Missa høvdið

Esbern Patursso hjá H71 var alt annað enn nøgdur, tá tað eftir dystarlok kundi staðfestast, at H71 misti sigurin á stokkinum.
- Vit klára ikki at halda høvdið kalt. Nakrar fáar minuttir fyri leiklok eru vit frammanfyri við fýra málum, men teir koma so út at mansverja, og tá steðgar alt hjá okkum upp.
Vil tað siga, at tit nú mugu til at umhugsa, hvørji onnur vápn eru til at taka, tá mótstøðan byrjar at mansverja.
- Nei, slettis ikki. Vit høvdu avtalað, hvussu vit skuldu gera, um so var. Men vit klára ikki at halda høvdið kalt, og tað er sjálvandi beiskt at stafðesta, segði Esbern Patursson.