Aftur í dag hava nólsoyingar, sum hava verið og tikið nátunga, fingið væl av fugli.
Á facebock-síðuni hjá nólsoyingum sæst, at Virgar Joensen, sum fekk 180 fuglar í gjár, aftur í dag hevur fingið 180 nátungar.
Juul M. Jacobsen, sum fekk 84 í gjár, hevur fingið 164 í dag - og at enda fór Marnar á Skúr ein lutfalsliga stuttan túr eftir døgurða í dag og kom aftur við 51 nátungum.
Nólsoyingurin, Virgar Joensen, sum býr í Danmark, men sum regluliga vitjar aftur á gamlar gøtur í Nólsoy, hevur bara eina hond. Men, hetta tarnar honum slett ikki í at taka nátunga, einsamallur á báti.
Í nógv ár var Virgar sjómaður, og tá hann misti hondina av vanlukku, misti hann ikki mótið.
Sagt verður um mannin, at hann bæði bøtti trol og kruvdi fisk minst líka so skjótt sum aðrir, og tað er merkisvert, hvussu væl hann megnar alt arbeiði.
Nú nátatíð er, telist hann millum teir ágrýtnastu og kemur aftur at landi við tí størsta fonginum, tó at hann bert hevur eina hond.