Tá løgreglan í gjár var úti við lasaranum norðan fyri Kollfjarðatunnilin, varð ein persónur tikin fyri at koyra 149 km um tíman. Tað er alt ov skjótt og 69 km oman fyri mest loyvdu ferð. Og tað kostar koyrikortið. Hjá hesum bilføraranum merkti tað, at hann misti koyrikortið á staðnum.
Ein annar bilførari varð máldur til at koyra 114 kom um tíman. Hetta var á Skálafjarðavegnum. Tað kostaði bilføraranum eina treytaða frádøming av koyrikortinum umframt bót.
Millum fjarða fekk ein bilførari bót og klipp í koyrikortið fyri at koyra 104 km um tíman, og ein annar bilførari fekk bót fyri at tosa í fartelefon, meðan hann koyrdi bil, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn í morgunn.











