Føroyska tónleikatiltakinum MíttLand hevur eydnast at gera avtalu við tónleikablaðið Gaffa, sum á ikki færri enn 16 blaðsíðum fer at lýsa ársins føroyska tónleikatilak í Danmark, sum verður á Femøren í døgunum 5.-6. september.
MíttLand varð hildið á sama stað í fjør. Eins og tá verður ein fjøltáttað føroysk skrá sett saman - frá tí tyngsta til tað lættasta, frá tí elektriska til tað akustiska og frá tí andliga til tað verðsliga. Á sama hátt sum í fjør verður endað við felagssangi og føroyskum dansi á midnátt seinna kvøldið, sum er leygarkvøld.
- Hetta er ein framúr møguleiki fyri føroyskan tónleik, sum aldri áður hevur fingið so gott og sentralt pláss at gera seg sjónligan í okkara næsta marknaðarlandi, og har at fáa fólk at lurta eftir føroyskum tónleiki, sigur Gudmund Djurhuus, fyriskipari, um avtaluna við Gaffa.