MíttLand: Tað var ein vit høvdu álit á

Tað er ikki nakar uttanífrá, ið hevur stolið pengar frá Míttland, men ein persónur, ið fyrireikararnar høvdu fult álit á

Tað er ikki nakar uttanífrá, ið hevur stolið pengar frá Míttland, men ein persónur, ið fyrireikararnar høvdu fult álit á.

 

Fyri løtu síðani er eitt tíðindaskriv komið út á in.fo frá fyrireikarunum av festivalinum Míttland, har teir vátta, at peningur er tikin av kassanum á ársins tiltaki.

 

Les eisini: Pengar stolnir úr kassanum á MittLand

 

Mánadagin varnaðist fyrireikararnar av Míttland, at fleiri 100.000 krónur manglaðu av peninginum, ið kom inn á Míttland.

- Ja, onkur er undir illgruna. Vit vita, hvør tað er, men kunnu ikki upplýsa nøvn, fyrr enn málið er meldað, sigur Gudmundur Djurhuus, ein av fyrireikarunum av Míttland.

 

Les eisini: MíttLand váttar stuldur

 

Síðani mánadagin hava teir roynt at funnið útav, hvat er hent, og hvar peningurin er blivin av.

- Vit hava roynt at funnið restina og hava funnið nakað, men av tí at tað ikki var gjørligt at finna nakra loysn við viðkomandi, verður málið nú meldað til donsku løgregluna, sigur Gudmundur Djurhuus.

Tað er ikki nakar uttanífrá, ið hevur stolið, men tað var ein, ið fyrireikararnar høvdu fult álit á.

- Vit kundu óivað havt ansað betur eftir, men av tí at vit høvdu fult álit á persóninum, skonktu vit tí ikki ein tanka, at hetta kundi henda.

- Vit hava arbeitt við Míttland í eitt heilt ár, og tiltakið eydnaðist ótrúliga væl, so tú kanst ætla, at vit eru sera hørm um støðuna, sigur Gudmundur Djurhuus.

Fyrireikararnir, Gudmundur Djurhuus, Hans Fróði Hansen, og Gissur Patursson, eru sera skuffaðir av, at hetta kundi henda, og ætla ikki, at hetta skal ganga út yvir tónleikararnar.

- Vit ætla ikki, at tónleikararnir skulu hanga upp á hetta, ið er hent, so vit ætla at gera alt, vit kunnu, fyri at tónleikararnir fáa sítt, og at hetta ikki endar sum tiltakið við Múrin, sigur Gudmundur Djurhuus at enda.