Tað er dýrari at fara til handils, nú vit skriva 2003. Á nýggjárinum hækkaði mjólkaprísurin 65 oyru, og mjólkin kostar nú yvir 10 krónur á flestu støðum. Orsøkirnar til dýrkanina eru tvinnar, sigur Eirikur Thorvaldsson, stjóri í MBM.
Meginfelag Búnaðarmanna hevur hækkað søluprísin til handlarnar 50 oyru liturin umframt MVG. Av hesum stava 31 oyru frá skerjingini í landbúnaðarstuðlinum, meðan írestandi 19 oyruni fyri liturin skyldast lønarhækkingar og annað til bøndurnar.
- Vit mettu sjálvi, at tað nú var neyðugt at geva bøndunum eitt sindur meira í sín part, fyri fyrstu ferð í trý ár, og tí boðaðu vit í heyst frá, at mjólkin fór at dýrka nakað. Men tað var sum at fáa vátan frammaná, tá politikararnir síðan valdu at skera tvær milliónir burtur av landbúnaðarstuðlinum, sigur Eirikur Thorvaldsson.
Undir fíggjarlógarviðgerðini valdi samgongan at skerja játtanina til landbúnaðarstuðul við tveimum milliónum, úr 14,1 milliónum niður í 12,1 millión krónur í ár. Eirikur Thorvaldsson sigur, at størsti parturin av stuðlinum er at rokna sum stuðul til mjólkaframleiðslu, og tí var neyðugt at leggja enn meira omaná mjólkaprísin, fyri at fáa roknistykkið at ganga upp.
Omanfyri 10 kr
Príshækkingin merkir, at í flestu handlum fer mjólkin at kosta omanfyri 10 krónur liturin. Bæði í Miklagarði og í Keypsamtøkuni kostar ein litur av mjólk nú 10,10 krónur. Áðrenn príshækkingina kostaði mjólkin á báðum støðum 9,45 krónur.
Í Bónus høvdu tey enn ikki broytt prísirnar, tá Sosialurin tosaði við tey hósdagin. Har kostar ein litur av mjólk 9,25, men prísurin verður broyttur ein av fyrstu døgunum. Í Bónus vænta tey, at mjólkin fer at kosta millum 9,75 og 9,80 krónur eftir prísbroytingina.
Stjórin í Meginfelag Búnaðarmanna, Eirikur Thorvaldsson, væntar ikki, at neyðugt verður at hækka prísin enn meira fyribils.
- Nei, nú skuldi verið friður. Men tað valdast sjálvandi um, hvørt landbúnaðarstuðulin verður skerdur enn meira. Velja politikararnir at spara meira á hasi kontoini, so noyðast vit at leggja meira omaná mjólkaprísin, sigur Eirikur Thorvaldsson, og leggur afturat:
- Ein kann hava ymiskar hugsanir um stuðul, hvørt hann er av tí góða ella tí ónda. Men í dag er støðan tann, at skuldu føroysku bøndurnir fingið sama stuðul sum bøndur fáa í okkara grannalondum, so kundu teir nærum latið mjólkina ókeypis.
Í Føroyum er landbúnaðarstuðulin 260 krónur fyri hvønn íbúgva, í Danmark er hann 2000 krónur pr íbúgva, í Norra er landbúnaðarstðulin 3000 krónur pr íbúgva, og í Íslandi er hann góðar 3400 krónur fyri hvønn íbúgva í landinum. Harumframt eru landbúnaðarvørur undantiknar meirvirðisgjald í fleiri av grannalondunum.