Mjølnir er meistari enn einaferð

Flogbóltur, kvinnur: Enn einaferð endaði meistaraheitið í bestu kvinnudeildini í Klaksvík. Mjølnir hevur verið klárt besta liðið í ár, og tað prógvaðu tær við at vinna ein sera góðan dyst móti Fleyr a sunnudagin. Dysturin endaði 3-1 til Mjølnir

Mjølnir - Fleyr a 3-1

(12-15, 15-9, 17-15, 15-12)


Aftur í ár kunnu klaksvíkskvinnur breggja sær av at eiga besta flogbóltslið hjá kvinnum. Árið, sum nú er um at verða farið, hevur verið ein sigursgongd av teimum heilt stóru fyri Mjølnir. Tær hava gjørt slætt borð. Vunnið alt, sum vinnast kann á hesum klettum, og tað er ikki so lítið bragd. Ístaðin fyri at dovna burtur hava tær gjørt sítt ítarsta fyri at flyta flogbóltin uppá eitt enn hægri stig.

Sunnudagin høvdu klaksvíkskvinnur fingið vitjan av Fleyr, sum var einasta liðið, sum í veruleikanum kundi hótta Mjølnir, um enn hóttanin var sera, sera lítil. Ein teoretisk hóttan, sum ikki vísti seg at klára trýstið, tá til stykkis kom.

Hetta sást tó ikki á spælinum sunnudagin. Liðini gjørdu sítt ítarsta fyri at fáa sigurin heim, og eftir at fyrsta sett var farið afturum, so var tað okkurt sum bendi á, at tað fór at eydnast Fleyr, at basa Mjølnir.

Fleyr byrjaði dystin best og legði eitt hart trýst á klaksvíkskvinnur. Fleyr servaði væl og tað var Mjølnir eftir øllum at døma ikki heilt við uppá. Eisini álopsspælið hjá Fleyr virkaði eftir ætlan, og enn einaferð var tað Súsanna McBirnie, sum var undangongu»maðurin« í álopsspælinum hjá havnarkvinnum. Súsanna hevur eitt sera gott álop, og hon hevur víst, hvørjir manglar hava verið á Fleyrliðnum í ár. Tá hon byrjaði aftur fekk Fleyrálopið fleiri streingir at spæla uppá, og samstundis byrjaði liðið aftur at vinna.

Tað eydnaðist at halda klaksvíkingum aftan fyri seg í fyrsta setti, og tað endaði við, at Fleyr vann 15-12. Byrjanin var ikki tann, sum klaksvíkkskvinnur høvdu ætlað, men tað gongst ikki altíð sum ætlað.


Kanóndystur

At Fleyr fór avstað við fyrsta settinum var ein ávaring til klaksvíkskvinnurnar. Tær fingu at vita, at tóku tær seg ikki saman, so taptu tær dystin, og tað merkti, at meistaraheitið skuldi útsetast eina viku. Tað var eftir øllum at døma nóg mikið til at fáa Mjølnir at rakna við, og tær spílaðu seg ordiliga út.

Í øðrum setti gekst betur í hond hjá Mjølnir. Tær fingu skil á móttøkurnar og av tí sama eisini á álopsspælið. Eftir tí sum skilst, so vóru tað serliga kantáleypararnir hjá Mjølnir, sum fingu gongd á í øðrum setti, og í ár eru tað Vera Larsen og Margit Joensen, sum hava spælt kantáleyparar, við góðum úrslitum.

Hesar báðar hava eisini sera stóran týdning fyri Mjølnir, við sínum nógvu royndum, og tað sigur seg sjálvt, at tað hjálpir hjá teimum yngru, at hava tveir so royndar leikarar aftur at sær.


Triðja sett sera javnt

Í triðja setti byrjaðu klaksvíkskvinnur sum hvirluvindar. Tær løgdu alt í byrjanina, og áðrenn Fleyrkvinnurnar vistu av var Mjølnir frammanfyri 8-0. Hesaferð var tað Mjølnir, sum hevði tær góðu servurnar og Fleyr, sum hevði trupulleikarnar við at halda fast.

Men, sum ikki einaferð, so skifti spælið aftur, og brádliga byrjaði Fleyr at otað seg inn aftur í dystin. Og smátt um smátt nærkaðust tær Mjølnir. Júst hetta settið í dystinum var sera spennandi, og til tíðir sera, sera væl spælt.

Leiðslan hjá Mjølnir tódnaði ógvuliga nógv. Eftir at hava verið frammanfyri 8-0 hevði Fleyr otað seg inn á Mjølnir, so leiðslan bert var eittans stigið. 11-10 til Mjølnir, sum nú av álvara hevði fingið kapping um sigurin.

Restin av settinum var púra javnt, og liðini bæði skiftust um at hava leiðsluna. Ikki eydnaðist tað nøkrum teirra, at sleppa frá hinum, tí tað galt um at halda fast.

Hóast Fleyr hevði verið langt aftan fyri í byrjanini av settinum, so eydnaðist tað teimum at fáa settbólt í øðrum setti. Tað eydnaðist teimum kortini ikki at vinna settið, og eftir tað fekk Mjølnir fatur á tí longra endanum.

Seinasti bólturin í triðja setti var eitt sindur skemtiligur. Tað sá næstan út til, at hann ikki rættiliga visti hvørja síðu hann skuldi velja, tí hann rullaði eftir netkantinum, men datt síðani niður Fleyrmegin. Mjølnir hevði vunnið triðja sett 17-15.


FM-heitið heima

Nú hevði Mjølnir av álvara fingið gongd í spælið. Álopsspæl teirra var nógv betri nú enn í byrjanini av dystinum, og hetta hildu tær fast við. Liðið er sum fleiri ferðir nevnt áður blandað við góðum gomlum leikarum og yngri leikarum, sum eru á veg fram.

Mjølnir setti seg tískil á fjórða sett og kom rættiliga langt fram um. 14-9 var støðan tá tær fingu fyrsta settbóltin, men enn kvaklaðust Fleyrkvinnurnar við. Tær royndu at berjast afturímóti, og einu løtuna sá tað út til at eydnast. Tær fingu bart seg upp á 12-14, men komnar hartil máttu tær geva skarvin yvir. Mjølnir fekk næsta bóltin og harvið sigurin. Settið endaði 15-12 og dysturin 3-1.

Ein framúrskarandi dystur var komin at enda og teir mongu klaksvíkingarnir, sum trúliga leita sær í høllina at hyggja at flogbólti fingu fullan valuta fyri pengarnar.


Tillukku Mjølnir

Sum sagt, so er Mjølnir meistari aðru ferð á rað.

Meistaraheitið er fult uppiborið eisini hesaferð, og tað skal tað eingin ivi vera um. Klaksvíkskvinnur hava verið framúr góðar í ár, og tær hava við tí liðsamanseting bygt nakað upp, sum tær kunnu fáa gagn av mong ár framyvir.

Ungu leikararnir sum Tina Jacobsen, Sonja Ravnsfjall og Anna Jacobsen verða tær, sum Mjølnir skal byggja sína framtíð á, og tá kann ikki sigast vera illa statt. Tær hava sýnt, at tað er dugur í teimum, og tað fara tær uttan iva at vísa okkum aftur eina aðra ferð

At Mjølnir so samstundis hevur fingið styrk úr Fuglafirði, hevur ikki gjørt støðuna verri. Helen á Lakjuni hevur spælt væl á miðjuni í ár. Helen er eisini ein royndur leikari hóast ung.

Sosialurin ynskir Mjølnir hjartaliga tillukku við meistaraheitinum.