Mjølnir jagstrar TB

Men enn hevur eingin fingið fatur á teimum. Mjølnirkvinnurnar eru tær, sum royna harðast, og tær kunnu enn avgera alt sjálvar. Í botninum verður Fleyr meir og meir einsamalt

 

Flogbóltur, samandráttur


Kappingin hjá kvinnunum byrjaði við at minka. Fossánes tók seg úr kappingini stutt áðrenn hon skuldi byrja, og tí minkaði besta kvinnudeildin niður í fimm lið, ið er tað sama sum tann hjá monnunum.

Í FK-kappingini hjá Fleyr stutt áðrenn kappingarbyrjan gjørdi TB vart við seg, vann kappingina og gjørdi samstundis seg sjálvan til favoritt í landskappingini. TB hevði fingið italska venjaran Emmanuele Leoni hendavegin, og við sær hevði hann kantleikararnar Lilian Popescu úr Rumenia og Maju Popovic úr Bosnia. Hendan seinna er systir Marinu Popovic, sum í fjør var venjari hjá føroyameistarunum Drátti.

Fyrsti dysturin hjá TB í kappingini sá eisini út til at vera ein av teimum truplastu - móti Mjølni á útivølli. Men tað skuldi vísa seg, at TB so væl og virðiliga kláraði at liva upp til favorittheitið, samstundis sum Mjølnir var langt frá gamlari styrki. Dysturin varð vunnin 3-0, og hetta var fyrstu ferð yvirhøvur, at TB vann móti Mjølni í Klaksvík. Okkurt stórt sá út til at vera á veg...

Í hinum dystinum í fyrsta umfari vann føroyameistarin Dráttur nøkulunda sum væntað 3-1 móti ÍF á Kambsdali.


Dráttur eisini sópað av vøllinum

Eftir at Mjølnirkvinnurnar vórðu skúgvaðar til viks í Klaksvík, var væntandi, at harðasti kappingarneytin hjá TB fór at vera Dráttur, sum eins og Mjølnir hevði mist nógv fólk, men sum kortini var føroyameistari. Tí líktist tað eini sterkari ábending, tá TB longu í næsta dystinum vann 3-0 á Giljanesi. Av gullliðnum frá í fjør saknaði Dráttur serliga Helgu Nordendal og Gerdu Nattestad, og sigurin hjá TB var ríkiliga uppiborin.

Í hesum umfarinum kom Fleyr eisini upp í kappingina, men tær spældu ein út av lagi vánaligan dyst á Kambsdali móti ÍF, sum vann 3-0 og harvið setti seg á næstfremsta plássið.

Støðan eftir 2 umfør: TB 2 dystir 4 stig - ÍF 2 dystir 2 stig - Dráttur 2 dystir 2 stig - Mjølnir 1 dyst 0 stig - Fleyr 1 dyst 0 stig.

Í triðja umfari hevði TB frí, og hetta bleiv tí eitt høvi hjá hinum liðunum at fylgja við. Her snávaði Dráttur móti Fleyr í Havn. Heimaliðið vann 3-2, fyrst og fremst tí tær vóru so avgjørdar um at vísa eitt betri avrik enn tað móti ÍF vikuna fyri.

Heldur ikki Mjølnir fekk nakað burturúr, tí fyri aðru ferð á rað taptu tær á heimavølli, hesaferð 2-3 móti ÍF, sum knappliga sá út til at vera einasta liðið, sum kundi hótta TB. Á Tvøroyri høvdu tey einki ímóti hesum úrslitinum...

Støðan eftir 3 umfør: TB 2 dystir 4 stig - ÍF 3 dystir 4 stig - Dráttur 3 dystir 2 stig -Fleyr 2 dystir 2 stig - Mjølnir 2 dystir 0 stig.


Venjarauppsøgn á Tvøroyri

Metvánaliga byrjanin hjá Mjølni kom í hæddina, tá tær síðani taptu 1-3 móti Drátti á Giljanesi. Tað er ongantíð fyrr hent, at Mjølnir er byrjað við at tapa tríggjar teir fyrstu dystirnar í meistaradeildini hjá kvinnum. TB spældi sín fyrsta heimadyst í kappingini og vann sum væntað 3-0 móti Fleyr.

Støðan eftir 4 umfør: TB 3 dystir 6 stig - ÍF 3 dystir 4 stig - Dráttur 4 dystir 4 stig - Fleyr 3 dystir 2 stig - Mjølnir 3 dystir 0 stig.

Gamli kvinnuklassikarin í Havn millum Fleyr og Mjølnir var knappliga blivin ein botndystur, meðan TB-ÍF í Trongisvági var toppdystur.

Hetta bleiv umfarið, har Mjølnir loksins fekk sín fyrsta sigur, og har TB misti sítt fyrsta sett. Hetta sama kvøldið uppsegði TB samstarvið við venjaran Emmanuele Leoni. Samstarvstrupulleikar vóru orsøkin. Venjarin var eisini unnusti hjá rumenska leikaranum Lili Popescu, og tá hann fór, fór hon við. Hin útlendski leikarin, Maja Popovic, hevði kortini hug at halda fram, og tað gjørdi hon so. Virgar Djurhuus yvirtók venjingina.

Hjá Mjølni spældi Sólvá Eystberg aftur á miðjuni, og Mjølnir var so smátt við at finna røttu uppstillingina. Tá so Tina Jacobsen eisini var á veg aftur á liðið, bar til at leggja tvey og tvey saman og síggja, at klaksvíksliðið var um at koma fyri seg aftur.

Støðan eftir 5 umfør: TB 4 dystir 8 stig - ÍF 4 dystir 4 stig - Dráttur 4 dystir 4 stig - Fleyr 4 dystir 2 stig - Mjølnir 4 dystir 2 stig.


Ruðuleiki í Gundadalshøllini

Fólk vóru spent og spurdu seg sjálvi, hvussu TB-liðið fór at vera fyri til heimadystin móti Drátti, sum var tann fyrsti hjá teimum eftir at tær høvdu mist venjaran og ein av bestu leikarunum. TB-kvinnurnar svaraðu hesum spurningi við at vinna dystin 3-1 og styrkja enn meira um leiðsluna hjá sær.

Í Gundadalshøllini vann ÍF 3-1 móti Fleyr, men tað gekk ikki stillisliga fyri seg. Ein uppstillingarfeilur hjá ÍF í fjórða setti, sum eingin legði merki til fyrr enn langt aftaná, skapti ólag í alt, og seinni gjørdi eitt ólógligt time-out »forvirringen total«. Fleyr kærdi um dystin, fekk viðhald, men ÍF kærdi síðani aftur. Í skrivandi løtu er endalig avgerð ikki tikin um málið. Tað er eitt sindur býtt at hugsa sær, at hesin dysturin skal vera so drúgvur, tí hann fær neyvan nakra ávirkan á hvørki føroyameistara ella niðurflyting. Men málið er fyri sovítt prinsipielt, og tað er fyrstu ferð í nógv harrans ár, at Flogbóltssambandið hevur fingið eina kæru at taka støðu til, so málið gongur sína gongd.

Støðan eftir 6 umfør: TB 5 dystir 10 stig - ÍF 4 dystir 4 stig - Dráttur 5 dystir 4 stig - Fleyr 4 dystir 2 stig - Mjølnir 4 dystir 2 stig.

Dysturin millum Drátt og ÍF varð útsettur, og tí bleiv dysturin í Trongisvági millum TB og Mjølnir tann einasti í hesum umfarinum. Men hann bleiv eisini nakað serligt, tí fyri fyrstu ferð tapti TB. Mjølnir vann tvey tey fyrstu settini (2. sett endaði 25-5!), áðrenn TB í triðja setti vann 26-24. Fjórða sett bleiv sera spennandi, men Mjølnir vann tað 28-26.

Støðan eftir 7 umfør: TB 6 dystir 10 stig - ÍF 4 dystir 4 stig - Dráttur 5 dystir 4 stig - Mjølnir 5 dystir 4 stig - Fleyr 4 dystir 2 stig.


Dráttur fýra stig uppá tveir dagar

TB reisti seg vikuna eftir við at vinna 3-1 móti ÍF á Kambsdali, og í Klaksvík vann nú endurreista Mjølnir 3-0 móti Fleyr.

Støðan eftir 8 umfør: TB 7 dystir 12 stig - Mjølnir 6 dystir 6 stig - ÍF 5 dystir 4 stig - Dráttur 5 dystir 4 stig - Fleyr 5 dystir 2 stig.

Dráttur fekk tvær flugur í einum høggi við at vinna tveir dystir sama vikuskifti. Tað gekk fyrst út yvir Fleyr, sum tapti 0-3 á Giljanesi, og dagin eftir sigraði Dráttur 3-2 í útsetta dystinum móti ÍF, sum eftir eina góða byrjan var steðgað eitt sindur upp.

Dagin fyri høvdu tær í einum fínum dysti tapt 2-3 móti Mjølni. Her vann ÍF tvey tey fyrstu settini, men at enda tók Mjølnir sigurin heim. Fyri ÍF var hetta ein strævin vika. Hon byrjaði við, at tær mistu 3-1 sigurin móti Fleyr, og hon endaði við tveimum 2-3 tapum...

Støðan eftir 9 umfør: TB 7 dystir 12 stig - Mjølnir 7 dystir 8 stig - Dráttur 7 dystir 8 stig - ÍF 7 dystir 4 stig - Fleyr 6 dystir 2 stig. Síðsta umfar í grundspælinum gekk sum væntað. Í Havn vann TB 3-0 móti Fleyr, sum sostatt fór av vøllinum fyri triðju ferð á rað uttan at vinna nakað sett.

Mjølnir vann 3-1 móti Drátti í Klaksvík, og sum tað sær út í løtuni, er tað bara Mjølnir, sum kann hótta TB.