Mjølnir nærkast gullinum

Við einum 3-1 sigri á SÍ mikukvøldið tók Mjølnir seg enn nærri meistaraheitinum, sum verður endaliga avgreitt leygardagin.

Tveir dystir í meistaradeildini hjá kvinnum í flogbólti vóru leiktir mikukvøldið. Mjølnir hevði í Klaksvík vitjan av botnliðnum SÍ, og hevði Mjølnir snávað, vóru meistaravónirnar óivað køvdar.
 
Misjavnt avrik
Mjølnir vann dystin móti sørvágskvinnum 3-1, og sum skilst var avrikið hjá heimaliðnum ikki serliga sannførandi, men tó nóg gott til at vinna dystin.
Heimaliðið vann tvey tey fyrstu settini, men triðja settið gjørdist sera spennandi, og tað eydnaðist SÍ at vinna settið 26-24, áðrenn Mjølnir vann fjórða settið og harvið dystin.
Hin dysturin í meistaradeildini hjá kvinnum mikukvøldið var leiktur í Hoyvíkshøllini,  har KÍF hevði vitjan av Drátti. Bronsuvinnararnir úr Vágum vunnu ein tryggan 3-0 sigur. Settúrslitini vóru: 21-25, 11-25 og 23-25.
Komandi leygardag verða teir báðir seinastu dystirnir í meistaradeildini hjá kvinnum leiktir, og tá fær Mjølnir vitjan av ÍF í Klaksvík, meðan hitt oddaliðið TB fær vitjan av SÍ í Trongisvági. Mjølnir og TB eru jøvn í stigum í løtuni, men klaksvíkskvinnur hava betur settmun, og tí hava tær betur kort á hondini undan dystunum leygardagin.