Tveir dystir vera á skránni í meistaradeildini hjá monnum í vikuskiftinum. Størsti spenningurin verður í Klaksvík, har Mjølnir tekur ímóti Fleyr. Mjølnir liggur á triðja plássi við seks stigum, meðan Fleyr liggur á fjórða plássi við fýra stigum. Spennandi verður at síggja, um menninir hjá Fleyr megna at gera nakað við Mjølnir, sum veruliga hava fingið spælið at koyrt síðstu dystirnar.
Seinna dysturin verður í høllini á Kambsdali, har ÍF tekur ímóti Nøvuni. ÍF hevur vunnið allar sínar dystir, meðan Nøvan hevur tapt allar. Tí verður ikki mett, at ÍF kann kiksa í hesum dystinum. Spurningurin er heldur, hvussu nógv ÍF fer at vinna.