Mjølnir vann dramatiska finalu móti Drátti

Gentur 12: Mjølnir føroyameistari eftir javnbrótara ímóti Drátti

Tað var ein dramatisk og spennandi finala hjá Gentum 12 í flogbólti, tá finalurnar fyri yngri var í Trongisvági. Genturnar hjá Mjølni vunnu, men tað var ikki fyrr enn eftir javnbrótara í finaluni móti Drátti.

Eftir eina trilvandi byrjan, har Mjølnir fór frá 6-3 til 14-3 áðrenn settið var vunnið 25-11, kom Dráttur sera sterkt aftur í øðrum setti og vann tað 25-20. Í javnbrótaranum gekk javnt á til 5-5, tá Mjølnir dróg frá og vann 15-7, skrivar Flogbóltssambandið.

Gentur 12:

Mjølnir A – Dráttur A 2-1

Settúrslit: (25-11, 20-25, 15-7)

Bestu spælarar í finaluni:

Elisabeth Nattestad, Dráttur

Margreta í Buð, Mjølnir

##med2##

Dráttur:

##med3##