FLOGBÓLTUR
Klaksvíkskvinnur úr Mjølni vóru á vitjan á Giljanesi sunnudagin, har Dráttur vóru vertir. Og fyrsta settið gekk rímuliga tætt fyri seg. Og endaði tað eisini 26-24 til heimaliðið. Í øðrum setti legði Mjølnir sjógv ímillum seg og Drátt og vunnu klaksvíkskvinnur trygt 25-15.
Vágadamurnar vildu ikki hava á sær, at Mjølnir skuldi koma vestur í Vágar at stjala seg til sigurs, so tær tóku seg saman og vunnu triðja sett tepurt 25-23. fjórða settið var størri nmunur á, og vunnu vágadamur eisini tað, og við tí eisini dystin.
Vend í hjá Mjølni
Kvinnurnar hjá M;jølni hava gamaní ikki fingið nakað stig í kappingini enn, men tær hava ikki langt eftir á mál, áðrenn fyrstu stigini fara at koma í skjáttuna. Sunnudagin vóru klaksvílksdamur tætt við, men Dráttur hevði munin og vann tepurt 3-1.