Mjølnir smurdi Fram av

Flogbóltur, menn: Tað var eingin ivi um, hvat av liðunum var tað betra, tá Fram og Mjølnir møttust í Eysturskúlanum sunnudagin. Mjølnir setti seg á dystin frá byrjan og lótu als ikki Fram sleppa framat

Tað var lagt upp til ein spennandi flogbóltsdyst í Eysturskúlanum sunnudagin, tá Mjølnir kom at vitja Fram í meistaradeildini hjá monnum.

Mjølnir lá undan dystinum sunnudagin eitt stig frammanfyri Fram, og tí var talan um ein rættan toppdyst.

Men tað varð so sum so við tí.

Ikki tí, spælið var gott, og stuttligt er at síggja hvussu væl flogbóltur kann leikast, men spenningur var ongin í dystinum. Til tað vóru Mjølnir-leikararnir alt ov góðir í mun til Fram.

Klæmint Isaksen, leikandi venjari hjá Mjølni, segði undan dystinum, at teir fóru at leggja seg eftir at seta Sigmund av Teigum út av spælinum, og sigast má, at hesin taktikkur eydnaðist til fulnar.

Mjølnir byrjaði dystin sum eitt satt óløgi, og teir løgdu seg greitt á odda beinanvegin.

Í fyrsta settið byrjaði Fram við Sigmundi av Teigum og Pól Gudmundson í móttøkuni, og tað eydnaðist ikki væl.

Móttøkurnar kundu ikki brúkast til at byggja nakað álop upp, og tí hevði Mjølnir eisini nokk so lætt spæl í blokkinum.


Góðar servur

og gott álop

Tað var ein partur av taktikkinum hjá Mjølni at leggja trýst á móttakararnar.

Servurnar hjá Mjølni vóru harðar og neyvar. Tað kláraðu teir báðir móttakararnir hjá Fram onki at gera við.

Av tí sama varð ikki nóg nógv bit í álopsspælinum hjá Fram. Sigmund av Teigum fekk púrt onki burturúr, tí blokkurin hjá Mjølni stóð sera væl.

Tað sum kom ígjøgnum vóru aftaru verjuspælararnir til reiðar at taka, so tað var torført hjá Fram at gera nakað sum helst.

Og nú sást trupulleikin hjá Fram so týðiliga. Teir spæla ov nógv uppá Sigmund, at hinir eru púra passivir.

Leikararnir hjá Fram eru so stórir, at teir næstan kunnu sláa omanfyri blokadurnar, men so er ikki.

Teir eru óivað bangnir fyri at takað ábyrgd, og tað spyrst sjáldan nakað gott burturúr tí.

Hjá Mjølni vóru teir raskir at spjaða spælið millum allar leikararnar.

Fyrsta sett endaði við tryggum sigri til Mjølnir 15-6.


Fram avsmurdir

Gongdin í øðrum settið var ógvuliga lík gongdini í fyrsta. Men tað gekk enn verri hjá Fram í øðrum settið.

Spælið hekk als ikki saman.

Teir royndu at broyta uppstillingina við at seta Rúna Weihe inn, men tað munaði einki.

Rúni Weihe er ein sera evnaríkur leikari. Hann hevur verið skaddur í ár, og hevur tí ikki spælt so nógv.

Tí undraði tað ikki sørt, at hann fekk hesa stóru ábyrgd, men skiftileiðarin veit hvat hann ger, og hann kennir leikararnar væl.

Tað var bara ongin hjálp í broytingini, tí Mjølnir vann annað sett 15-4 við enn betri spælið enn í fyrsta settið.

Tey bæði fyrstu settini vardu ávíkavist 17 og 15 minuttir, so ikki kann sigast annað enn, at tað gekk skjótt fyri seg.


Stígur í hjá Mjølni

Mjølnir fekk ein rættiligan niðurtúr í triðja setti.

Teir spurtaðu frá Fram í byrjanini av settinum og við frálíkum spæli løgdu teir seg á odda 9-0.

Tað sá sera svart út hjá Fram hesa løtuna, og tí valdi venjarin Mannbjørn Mortensen at taka time-out.

Hvat hann hevur sagt er óvist, men tað virkaði í hvussu er.

Gongd kom í spælið hjá Fram, meðan Mjølnir fór í koma.

Teir steðgaðu púrasta upp. Ongar móttøkur, onki álop og vánaligt verjuspæl høvdu teir hesa løtuna.

Eftir eina løtu hevði Fram lagt seg á odda 10-9, eftir at hava verið aftanfyri 0-9.

Tað sá tó út sum um Mjølnir fann tráðin aftur í endanum av triðja setti, men tá var ov seint . Fram vann triðja sett 15-13, og tað vardi í 29 minuttir.


Mjølnir-uppvísing

Í steðginum millum triðja og fjórða sett fekk Mjølnir tosað seg til rættis um hvat skuldi gerast, og tá fjórða sett byrjaði var alt við tað gamla aftur.

Klaksvíkingarnir vístu unga Fram-liðnum hvar skápið skuldi standa, og tað gjørdu teir skjótt og væl.

Settið endaði 15-5, og orsøkin til, at Mjølnir vann hetta settið var, at teir aftur trýstu óført á í álopinum og í servunum.

Fram fall harafturímóti í fátt. Teir dugdu ikki at spæla uttan um blokaduna hjá Mjølni og høvdu tí sera trupult við at vinna nakrar bóltar.

Tí var í síðsta settið nærmast talan um uppvísing frá Mjølni.

Alt teir fingu hendur á eydnaðist, og tað var ein frægd at síggja hvussu flótandi flogbóltur kann spælast.


Taktikkurin eydnaðist

Efti dystin spurdu vit Klæmint Isaksen um hann var nøgdur við dystin.

­ Ja, tað eri eg. Ógvuliga væl nøgdur. Vit høvdu undan dystinum lagt ein taktikk, og honum fylgdu vit til fulnar.

­ Vit søgdu at vit skuldu leggja trýst á teir í servuni og í álopinum og tað gjørdu vit frá byrjan. Tí gekk tað so væl í fyrsta og øðrum settið.

Tit fóru niður í triðja setti, hvat hendi?

­ Hatt er nokkso vanligt, at stígur kemur í í triðja settið, og tað hendi so eisini hjá okkum í dag. Tíverri.

Hvør var so munurin millum liðini í dag?

­ Størsti munurin er, at vit eru meira støðugir enn Fram er.

­ Spælið hjá Fram er rættiliga skiftandi, onkuntíð heilt ótrúliga gott, og onkuntíð minni gott.

­ Vit hava ikki tey øgiligu lopini. Spælið gongur meira javnt gott gjøgnum allan dystin og tað er óivað høvuðsorsøkin.


Mjølnir klárt fremst

Úrslitið av dystinum merkir, at tað óivað verður Mjølnir, sum verður meistari í ár.

Mjølnir er trý stig fremst og hava bert fáar dystir eftir at leika. Tí eru ikki útlit til, at teir tapa tveir dystir afturat í ár.

Dysturin sunnudagin var prógv um at Mjølnir er klárt besta liðið í føroyskum mansflogbólti í ár.

Breiddin á liðnum ger, at teir eru torførir at vinna á.

Tað er stuttligt at síggja teir spæla, tí teir arbeiða væl saman, teir ungu og teir »gomlu«.

Tað eru teir gomlu garvaðu sum halda liðnum uppi, men ein leikari sum Rúni Eltør er ein spennandi leikari, sum tað verður spennandi at síggja framyvir. Hann er stórur og fær nógv burturúr í álopinum. Hann dugir nevniliga væl at variera sløgini, og hann leikti væl í dag.

Klæmint Isaksen leikti eisini væl, og Trygvi Poulsen spældi framúr væl á miðjuni. Hann vann næstan allar bóltarnar hann slóg.

Hjá Fram vóru tað serliga Sigmund av Teigum og Bárður Mikkelsen, sum leiktu væl, men tað var ikki nærhendis tí sum vit vita, at teir kunnu vísa.