Mjólkin tálmar sukursjúkuni

Íslendskur djóralækni heldur, at forboðið móti at innflyta fremmand neytasløg til Íslands kann vera viðvirkandi til, at færri íslendingar, enn onnur fólksløg, hava sukursjúku

Íslendskur djóralækni vísir á, at sukursjúka er ikki so vanlig í Íslandi, sum aðrastaðni. Hetta heldur hann kann koma av, at íslendingar hava egið neytaslag, og at mjólkin frá teimum er við til at halda sukursjúkuni niðri.

Av tí sama mælir hann frá, nú íslendskir bøndur vilja selppa at innflyta troðin neytaegg til tess at fáa betri mjólkarúrtøku, sigur Kristjana Motzfeldt, sum er íslendsk og útbúgvin lívfrøðingur.

Undir vitjanini hjá grønlendsku landsstýrisformanshjúnunum, var hon eftir egnum ynski í Kaldbak og hugdi at Biofar og á Búnaðardeplinum í Kollafirði.

Har greiddi Peder Haahr frá um royndirnar við íslendsku mjólkineytunum og um seyðaroyndirnar, farið verður undir í næstum.

Grønlendingar hava seinastu tíggju árini økt munandi um seyðahaldið. Millum annað við gjøgnum miðvísa aling at fáa fleiri tvílembur, sigur Kristjana Motzfeldt, lívfrøðingur.

Tað er ov lítið fingið burtur úr, tá vit í Føroyum ikki fá lamb upp á ærina, heldur hon.

Soleiðis var eisini í Grønlandi fyri bara tíggju árum síðani, men longu nú hava grønlendingar megnað at koma upp á umleið sama støði sum íslendingar.

Fyri bara fýra árum síðan, sigur Kristjana Motzfeldt, fingu grønlendingar minni enn eitt lamb upp á ærina. Ella 0,9%, sigur hon. Men longu í ár eru teir komnir upp á umleið 1,3%, ella meira enn lamb upp á ærina.

Uppskriftin er, umframt miðvíst aliarbeiði, eisini at røkja seyðin ordiliga, sigur hon. Hann skal vera inni um veturin. Og tað alt avgerandi er, at hann verður fóðraður rætt og nokk. Annars kann alt gera tað sama, sigur hon.

Seyðahaldið í Grønlandi hevur bert verið í Suðurgrønlandi. Men seinasta heyst, kom eitt nýtt brúk inni í Grønlandsfirðinum.

Norðari verður trupult at fara við seyði, heldur Kristjana Motzfeldt.

Men tað er ikki bara sum at siga tað at hava seyð í Grønlandi.

Tað ber ikki til hjá hvørjum sum helst at fara undir seyðahald. Tú skalt hava útbúgving, um tú ætlar tær at verða seyðabóndi har yviri, sigur Kristjana Motzfeldt.

Seyðahald í nýggjari tíð byrjaði í Grønlandi í 1906, tá áseyður varð innfluttur úr Føroyum, sigur Kristjana Motzfeldt.

So gingu nøkur ár. Og í 1915 varð ein landbúnaðarstøð sett á stovn í Qaqortoq (Julianehåb). Tá varð tað mesta av tí føroyska seyðinum skiftur út við íslendskan. Og hesin seyðurin er tann, sum grønlendingar hava í dag.

Grønlendingar hava síðan hildið seg til hendan seyðin, og hava syrgt fyri ikki at blanda við fremmandan seyð.

Av tí sama, sigur Kristjana Motzfeldt, eru teir eisini slopnir undan sjúkum, sum til dømis íslendingar - og fyri tann skuld eisini føroyingar - hava verið plágaðir av.

Íslendingar fluttu í tríatiárunum inn nakað av persiskum seyði, sum skuldi hjálpa upp á ullina.

Úrslitið gjørdist nakað heilt annað, enn ætlað.

Sjúka kom í - einar tríggjar, fýra ymiskar sjúkur - við tí úrsliti, at í fimtiárunum mátti nærum helvtin av íslendsku skipanini takast av, sigur Kristjana Motzfeldt.

Kristjana Motzfeldt sigur, at sum er, ber Grønland ikki meira enn umleið 50.000 áseyðir. Men enn er skipanin kortini bert umleið 20.000, sigur hon.

Tað ber kanska til at fáa skipanina upp um tey 50.000. Men tað kemur nógv ann uppá, hvussu nógv lendi kann dyrkast í Grønlandi, sigur Kristjana Motzfeldt, livfrøðingur.