Mladen bjargaði Kyndli

Við tveimum bjargingum – onnur eftir brotskast – í seinasta minuttinum var Mladen Mjerimacka maðurin, sum tryggjaði Kyndli eitt stig, tá teir grønu annars tóktust hava tveitt alt burtur

Hóast mansliðið hjá Kyndli hevur eina á pappírinum sterka manning, so hevur lítið gingið eftir vild hjá teim­um grønu í heyst.
Sunnudagin var granna­uppgerð á skránni, og í hesi vísti Kyndil eisini, hví gongdin hevur verið somikið tung.
Í løtum gekk annars heilt væl. Kyndil var omaná fyrra partin av dystinum, tá bert einmansheruin á strikuni hjá Neistanum, Jugoslav Djumic, helt teimum bláu inni í dyst­inum. Og hóast Neistin tog­aði seg alsamt tættari eftir steðgin, so helt Kyndil stevn­ið frammanfyri, til tað rest­aðu fimm minuttir.
Tá slapp Neistin brádliga framum, og tó at Kyndil ikki vildi geva seg, so bendi alt á, at teir heldur ikki skuldu fáa stig burtur úr hesaferð.
Tá tað stóð 30-29 á talvuni, og hálvur minuttur var eftir at spæla, fekk Neistin nevn­liga brotskast. Juguslav varð settur at skjóta, men hesa ferð bjargaði Mladen í Kyndils-málinum, og ístaðin kundi Bárður Johannesen javna fyri Kyndil. Neistin fekk tíð til eitt seinasta álop, men aftur var Mladen fyri, tá Terji Mørk royndi seg, og so gjørdist talan um dupult-javnleik í stóru granna­upp­gerðini á Hálsi.

- - -

Neistin - Kyndil 30-30 (15-18)
10 min: 4-6
20 min: 12-13
40 min: 22-23
50 min: 26-27

Neistin: Juguslav Djumic 10(3), Teitur Magnusson 9(3), John í Innistovu 3, Herbjørn Lava 3, Rói Hansen 2, Terji Mørk 2, Sjúrður Thomassen 1
Kyndil: David Edvardsen 9(1), Høgni Klein Olsen 4, Finnur Hansson 3,
Hjatli Backmann 2, Ludvík Súnason 2, Tróndur Joensen 2,
Josef Abrahamsen 1, Bárður Johannesen 1, Bjarni Sørensen 1
Brotskøst: Neistin 7/6, Kyndil 1/1
Útvísingar: Neistin 7, Kyndil 6
Diskvalifikatión: Neistin 1 (3X2 minuttir)