Ómodernað og barbariskt

Bakgrund: Soleiðis sær grindadrápið út í eygunum á nógvum uttanfyri Føroyar. Og hóast altjóða mótmælini ímóti Føroyum ofta eru sera ósaklig, er spurningurin um vit veruliga skilja hvaðani mótstøðan kemur. Her kemur søgan um hvussu hvalurin fór frá at vera lítið virt náttúrutilfeingi til heilt serstaka veru við egnum rættindum.

Hvalaveiða var leingi ein stórídnaður við stórum marknaðareftirspurningi og fíggjarligum avkasti. Hvalaúrdráttir vóru nýttir til eitt nú brennievni, sápur og kosmetikk umframt aðrar gerandisvørur. Men so hvørt ídnaðurin gjørdist meiri effektivur, vóru fleiri hvalasløg næstan útdeyð vegna grova ovurveiðu. Nakrir av leiðandi aktørunum í ídnaðinum vóru Noreg, Bretland og Japan. Ein ábending um lítlu virðingina fyri hvalinum í tíðini var amerikanska flogvápnið, sum Í 1950'unum brúkti stórhval sum skjótiskivu í skjótivenjingum yvir havinum. Hvalur var ein søluvøra, ið kundi útnyttast uttan mørk.


Sum fráleið var ídnaðurin ikki longur burðardyggur, og við sterkum mótmælum frá umhvørvis- og djóraverndarfelagskapum eydnaðist tað í 1986 at fáa meiriluta fyri at samtykkja eitt fyribils altjóða bann ímóti stórhvalaveiðu, ið fremvegis stendur við. Við herrópinum ”Save the whales!” høvdu felagskapir sum t.d. Greenpeace tá megna at fingið almenning og politikarar í nógvum vesturlendskum londum, eitt nú USA, á sína síðu. Hetta gjørdu teir við myndatøkum, stórum kravgongum og politiskum átøkum. Átøkini lýstu hvalin sum eitt offur fyri fyrilitsleysari og grovari handilsligari útnyttan. Við hesum megnaðu teir at geva hvalinum eina nýggja støðu í fólksligu hugmyndini, ið var nógv øðrvísi enn áður nevna vørufatanin av hvalinum. Hvalurin gjørdist sum fráleið menniskjans vinur, sum mátti verjast frá allari framtíðarútnyttan. Hetta kom eisini til sjóndar í filmslistini og Hollywood. Flestir føroyingar munnu hava sæð eitt nú Free Willy filmarnar, uttan at hugsað stórvegis um føroyska grindadrápið í tí sambandi.


Hóast føroyska grindadrápið hvørki er serliga ídnaðarligt - ella sýnir somu vanvirðing ímóti hvalinum sum ídnaðaðarliga veiðan í síni tíð gjørdi - er neyðugt at hava í huga, at dagsins mótstøða ímóti grindadrápinum hevur sín uppruna í altjóða ”Bjargið hvalunum!” átøkunum og døpru søguni um hvalasløg, sum næstan vóru útruddað. At verja grindadrápið úteftir gerst tí ein samskiftisavbjóðing av teimum heilt stóru.



Ein moralsk broyting


Hugmyndaliga broytingin er eyðsæð. Hvalir vóru í síni tíð sæddir sum annaðhvørt risa kjøtfjøll ella oljubingjur. Nú eru hvalir menniskjaliggjørdir og eru vorðnir ”havsins menniskju”, okkara syskinabørn ella syskin í havinum, hevur norski fólkalívsfrøðingurin Arne Kalland víst á. Broytingin skal lutvíst skiljast sum eitt úrslit av málsligum broytingum, ið komust av mótmælunum. Við støðugt at umrøða hval sum hóttan og sum offur hava nógvir vesturlendingar fingið eitt nógv meiri kensluligt tilknýti til hval, sum verður sæddur meiri sum ”persónur” og ikki ”ber náttúra” . Tá føroyingar so fara í grind er hetta í roynd og veru brot á tað, ið er vorðið normur í flestu londum í vesturheiminum: at hvalur er ”off limits” sum liður í føðiketuni. Hugmyndaliga broytingin er eisini livibreyðið hjá eitt nú Sea Shepherd og Greenpeace. Tí er tað púra nátúrligt fyri sjónvarpsrásina Animal Planet at stilla seg á síðuna hjá Paul Watson tí hann umboðar, sambært sær sjálvum, hvalirnar sjálvar, ímóti harðrendu atferðini hjá menniskjum.


The bad guys


Í altjóða høpi hava Føroyar rættuliga fingið bad guy status saman við eitt nú Japan og Noreg, sum hava fingið nógva umrøðu. Djóraverndar- og umhvørvisfelagskapir skoða stríðið ímóti hvalaveiðu og grindadrápið sum eitt stríð fyri siðmenningini og modernitetinum sjálvum. Her kunnu teir gera sær dælt av útbreiddu uppfatanini av, at djóravernd og vælferð eru partur av at vera modernaður og upplýstur. Vit eru øll fyri djóravælferð í dag. Eingin vil setast í samband við tað øvugta. Men tá tað síðani hevur eydnast teimum at lýsa grindadráp sum djórapínsla og vantandi atliti fyri djóravælferð, hevur tað eisini eydnast teimum at lýsa Føroyar og aðrar hvalaveiðutjóðir sum ómentaðar og ómodernaðar í altjóða miðlum. Sambært teimum gamaldags og aftanfyri siðmenningina - sum rættuligar bad guys. Føroyska svarið hevur verið, at argumentera fyri at drápið verður gjørt á so humanan hátt sum møguligt. Ivaleyst er hetta eitt av vælmeinandi aðalmálunum hjá eitt nú grindamannafelagnum, men tað sær ikki út til at umheimurin er sannførdur. Í teirra hugheimi er hvalurin einfalt ”off limits”.


Argumentini


Mótstøðan ímóti grindadrápinum byggir á ymiskar grundgevingar. At byrja við varð ofta grundgivið við, at fleiri hvalasløg vóru hótt av ovurveiðuni, og soleiðis er enn. Hesum hava Føroyar eisini tikið undir við. Men síðani tóku alsamt fleiri felagskapir ideologiskt útgangsstøði í djórarættinda- og djóravælferðarhugsan. Íblásturin hjá mótstøðuni kemur eitt nú frá australska heimsspekinginum Peter Singer. Hann hevur víst á, at pínan hvalurin fer ígjøgnum ikki kann rættvísgerast í mun til nyttuvirði og ágóðan ið fæst burturúr veiðuni. Hvalurin telst nevnliga, sambært hesi hugsan, millum tey djórasløg, ið hava serliga góðar førleikar til at uppliva tilvitan og harvið pínu.

Harnæst verður ofta víst á, at hvalur er ein serliga sosial vera við relativt høgum intelligensi – eginleikum, ið minna um eginleikar vit kenna frá menniskjum. Fleiri hava víst á, at júst hetta hevur gjørt hvalin til ein upplagdan kandidat at verja tí, at menniskju í størri mun kunnu relatera til hesar eginleikar hjá hvalinum, frammum t.d. eginleikarnar hjá einum toski.


Ósaklig mótmælir?


Nógv bendir á at føroyingar, saman við øðrum hvalaveiðutjóðum, ikki halda kritikkin og mótstøðuna vera serliga sakliga. Mótmælini hava tí ikki havt stórvegis ávirkan enn. Spurt verður til dømis hví grindadrápið verður sett undir luppin frammum alt annað. Teir hóma ein dupultmoral. Føroyingar kenna onkunsvegna á sær, at umheimurin hevur misskilt føroysku støðuna.

Næsta grein snýr seg tí um hví føroyingar, hóast nógvu mótmælini, enn drepa grind.

Um onkur kundi hugsað sær at fingið størri innlit í søguligu gongdina á økinum kann bókin hjá australsku Charlotte Epstein, ”The Birth of An Anti Whaling Discourse” greitt viðmælast.




Næstu ferð: Tí halda føroyingar áfram at drepa grind


Myndatekstir:

(berandi mynd)

Tá tað hevur eydnast djóraverndarfelagsskapum at lýsa grindadráp sum djórapínsla og vantandi atliti fyri djóravælferð, hevur tað eisini eydnast teimum at lýsa Føroyar og aðrar hvalaveiðutjóðir sum ómentaðar og ómodernaðar í altjóða miðlum.


(minni mynd)

Free Willy - Ímyndin av hvalinum hjá nógvum vesturlendingum