Modric kann røkka 200 landsdystum undir HM-endaspælinum

Her er hópurin hjá Kroatia, ið vann okkara HM-undankappingarbólk

Millum teir 196 landsdystirnar Luka Modric hevur spælt fyri Kroatia eru tveir HM-undankappingardystir móti Føroyum

Kroatia, ið vann sín HM-undankappingarbólk frammanfyri Kekkia og Føroyum er í HM-bólki L saman við Onglandi, Gana og Panama.

 

Millum leikararnar Zlatko Dalic hevur tikið út til HM-hópin er 40 ára gamla miðvallar-legendan, Luka Modric, ið hevur spælt heilar 196 landsdystir fyri Kroatia. Vinnur Kroatia seg víðari í kappingini kann Modric røkka 200 landsdystum. Modric hevur higartil skotið 28 mál fyri Kroatia.

 

Í hópinum hevur Kroatia eisini tveir leikarar, ið spæla í donsku superliguni. Nevnliga málverjan hjá FC Keypmannhavn, Dominik Kotarski, og bakkin hjá FC Midtjyllandi, Martin Erlic.

 

Í hópinum eru bert tveir leikarar, ið spæla í bestu kroatisku deildini.

 

Undan HM-endaspælinum spælir Kroatia venjingardystir móti Belgia og Slovenia.

 

HER eru kroatiski HM-hópurin:

 

Málverjar: 

 

  • Dominik Livakovic (D. Zagreb)
  • Dominik Kotarski (FC København)
  • Ivor Pandur (Hull)

 

Verjuleikarar: 

 

  • Josko Gvardiol (Manchester City)
  • Duje Caleta-Car (Sociedad)
  • Josip Sutalo (Ajax)
  • Josip Stanisic (Bayern München)
  • Marin Pongračić (Fiorentina)
  • Martin Erlic (FC Midtjylland)
  • Luka Vušković (HSV)

 

Miðvallarar:

 

  • Luka Modric (AC Milan)
  • Mateo Kovacic (Manchester City)
  • Mario Pasalic (Atalanta)
  • Nikola Vlasic (Torino)
  • Luka Sucic (Sociedad)
  • Martin Baturina (Como)
  • Kristijan Jakic (Augsburg)
  • Petar Sucic (Inter)
  • Nikola Moro (Bologna)
  • Toni Fruk (Rijeka)

 

Áleyparar: 

 

  • Ivan Perisic (PSV)
  • Andrej Kramaric (Hoffenheim)
  • Ante Budimir (Osasuna)
  • Marco Pasalic (Orlando City)
  • Petar Musa (FC Dallas)
  • Igor Matanović (Freiburg)

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Millum teir 196 landsdystirnar Luka Modric hevur spælt fyri Kroatia eru tveir HM-undankappingardystir móti Føroyum