Mojo bjóðar føroyskt í kvøld

Kenda tónleikastaðið Mojo í Keypmannahavn hevur m.a. føroyskt á skránni í kvøld.

MonkeyRat, ið er grundfest við føroyska bassleikaranum Arnold Ludvig og við Onnu Iachino, bjóðar blues og funk, og eisini fer Uni Debess á pall, og tá er altíð góður bluestónleikur á skránni.

Umframt fer Johan Jørgensen á pall. Tónleikararnir í MonkyeRat eru við, tá hesir báðir siðst nevndu fara á pall.

Byrjað verður klokkan 21:30.

 

 

Skráin er hend:

MonkeyRat bjóðar 3 sett av Funk og Blues.

21:30 - MonkeyRat feat. Jasmin & Jasmin - FUNK

OneDerFunk aka Anna Iachino - vocalsArnold Ludvig - bass/vocalsJohan Jørgensen - guitarJens Stoklund – drums - special guest singers - Jasmin & Jasmin

22:45 - Uni Debess – vocals/guitar – BLUES+ MonkeyRat band

00:00 - Johan Jørgensen - vocals/guitar - BLUES+ MonkeyRat band

 

 

Sostatt liggur væl fyri hjá útisetum í Keypmannahavn at hoyra føroyskt á palli eitt miðvikukvøld sum í kvøld.