NOREG
Jákup Mikkelsen er eftir landsdystin ímóti Týsklandi komin aftur til Noregs og Molde. Steðgurin verður bara tvær vikur. Um mánaðarskiftið verður sáttmálaskeiðið hjá føroyska landsliðsmálverjanum og Molde runnið. Vónirnar hava verið, at Molde skuldi kappast við Rosenborg um norska meistaraheitið, men hetta verður av ongum. Felagið, sum Jákup nú fer at biðja farvæl, er meiri átókt botnfelag, heldur enn felagi, sum er við í stríðnum um meistaraskapin.
Leygarkvøldið var Molde í Tróndheimi og spældi ímóti oddaliðnum Rosenborg. Eddie Gustafsson var í Molde málinum, og hann noyddist fimm ferðir í meskarnar eftir bóltinum. Molde megnaði ikki at skora. Rosenborg hevur 28 stig og er tíggju stig frammanfyri næsta kappingarneytan, Stabæk. Molde er sætti aftast, nú tíggju umfør eru avgreidd.
Gamla føroyska felagið, Sogndal, hevur staðið seg hampuliga væl. Sunnudagin vunnu teir størsta sigurin nakrantíð í tippuliguni. Odd Grenland varð sent aftur til Skien við 5?0 tapi í viðførinum. Sogndal hevði annars ikki vunnið í fýra teimum síðstu dystunum.
Viking javnaði til 1?1 í yvirtíðini, tá ið teir í Stavanger høvdu vitjan av Lillestrøm. Brann Bergen var frammanfyri 3?0 á heimavølli ímóti Stabæk, men so steðgaði alt upp hjá heimaliðnum, og úrslitið var 3?3. Aalesund hevur tað strevið, nú teir royna seg í bestu deildini. Hesa ferð taptu teir 2?0 á heimavølli ímóti Bodø/Glimt. Lyn vann 1?0 í Tromsø.