Molde sera sannførandi

Jákup Mikkelsen var á beinkinum, tá liðið hjá honum vann trygan sigur og harvið framvegis er ósigrað

Tað gongur væl hjá Molde. Sunnudagin var tiðja umfarið í bestu norsku deildini á skránni. Molde hevði heimavøll ímóti Viking úr Stavanger. 5.200 áskoðarar møtttu upp, og lagið var gott. Heimaliðið vann 3?0. Venjarin Gunde Bengtsson segði seg vera sera fegnan um, at hansara lið vísti tryg, væl skipað og málsøkið spæl.
Mest eyðsýndi spælarin var í slendski álopsmaðurin Andri Sigthórsson. Hann skoraði fyrsta málið í yvirtíðini í 1. hálvleiki. Í 2. hálvleiki skoraði Molde í 54. og 78. minutti
Jákup Mikkelsen var á beinkinum. Í málinum stóð Eddie Gustafsson, sum í VG fekk miðal skoðsmál fyri avrikið ? eitt fimm tal. Vónin hjá Jákupi má vera, at kappingarneytin verður biðin at koma til HM við svenska landsliðnum. Tað verður í Suðurkorea og Japan um ein mánað. Molde hevur havt tríggjar málverjar, men nú er tann triði leigaður úr. Knud D. Lillebakk fór 23. apríl til Bryne. Har skal hann vera inntil 30. mai.

Bodø fremst
Molde er næstfremst. Frammanfyri teir er Bodø/Glimt, sum ? á sama hátt sum Molde ? hevur vunnið tvær ferðir og eina ferð spælt javnt. Teir eru eitt mál frammanfyri Molde. At liðið er Bodø er fremst er óhoyrt. Teir plaga at stríðast í botninum.
Hesa ferð høvdu teir í Norðurnoregi vitjan av Stabæk, sum varð sent til hús aftur við 2?0 tapi.
Aftast er Brann úr Bergen. Teir eiga framvegis á at vinna. Íslendski venjarin, Teitur Þórdarson, sigur seg ikki vilja geva skarvin yvir. Hann heldur, at teir arbeiða miðvist og álvarsliga, og at sigrarnir fara at koma. Hesa ferð var úrslitið 2?2 á útivølli ímóti Start. Hetta var triði javnleikurin í trimum dystum hjá Start.

Rosenborg á talvuna
Favorittarnir úr Tróndheimi hava havt eina laka byrjan. Hesa ferð var kortini eingin ivi. Rosenborg hevði leygarkvøldið vitjan av Lyn, sum varð sent til hús við 5?1 tapi.
Saman við Molde hevur verið roknað við, at Lillestrøm skuldi kappast ímóti Rosenborg. Sunnudagin var avrikið hjá Lillestrøm ikki gott. Teir spældu vánaliga á útivølli ímóti Bryne, sum hevði uppiborið at fingið meiri enn 1?1 á heimavølli.
Á Ullevaal hevði Vålerenga vitjan av fyrrverandi føroyska liðnum Sogndal. Heimaliðið vann 2?0. Hetta var fyrsti sigurin hjá teimum í ár.
Í Moss vóru teir illa hýrdir. Teir trýstu støðugt á heimavøli ímóti Odd Greenland, men tað vóru gestirnir, sum fóru við øllum. Teir vunnu 1?0.
Tað verður spælt aftur í Tippuliguni í annaðkvøld. Stórdysturin verður ímillum Lillestrøm og Rosenborg. Molde skal spæla á útivølli ímóti Lyn.