Mong heilsaðu Erhardi nýggjársaftan

Erhard Mortensen, sum fylti 80 ár nýggjársaftan, tænti Tórshavnar kommunu trúfast í meira enn 40 ár - fyrst í brenningini í Havnardali og síðan á Sandvíkarhjalla.

 

 

Seinnapartin týsdagin hin 31. desember - nýggjársaftan - helt Erhard Mortensen 80 ára føðingardag í felagshúsinum hjá Tórshavnar Bátafelag á Bryggjubakka 20 í Vágsbotni.

Her varð dekkað til eini 70 fólk, og nógv varð gjørt burtur úr við stórum køldum borði - vælsmurdum breyði við føroyskum viðskera, turrum fiski, tvøsti, spiki og eplum, og her var góður royktur laksur og annað gott.

Á borðinum var eisini stór føðingardagskaka, umframt fleiri aðrar góðar køkur, ið tú sum føðingardagsgestur henda nýggjársaftan kundi enda hugnaliga føðingardagin við. Tá tú komst í bátafelagshúsið, fekk tú durasnaps, og av leskandi annars aftur við matinum fekk tú bæði sodavatn og øl.

Tey vóru mong, sum nýttu høvi at heilsa Erhardi Mortensen á stóra degnum, og tað vóru eisini fleiri, sum søgdu nøkur orð við høvið. Ein teirra var Sonne Smith, sum fortaldi frá einum degi, tá hann fyri mongum árum síðan hitti Erhard Mortensen á gomlu brennistøðini í Havnardali.

Tá hevði hesin fryntligi og lítillátni maður bjóðað Sonna Smith eina góða madrassu, sum hann hevði lagt til síðis. - Hetta var ein fín madrassa, sum hvørki luktaði av einum ella øðrum, og eg brúkti hana í mong ár, segði Sonni Smith.

Mortan Johannesen, Mortan hjá Andriasi, sum plagar at standa í Vágsbotni og selja góðar fiskavørur, fortaldi eisini stuttligar søgur knýttar at føðingardagsbarninum og gamlaárskvøldi, sum hann eisini hevði upplivað á ein heilt serstakan hátt.

Erhard Mortensen tænti Tórshavnar kommunu trúfast í meira enn 40 ár - fyrst í brenningini í Havnardali og síðan á Sandvíkarhjalla. Mangur, sum er komin um hesar leiðir, hevur upplivað hansara blíða og skemtiliga sinnalag og hjálpsemi.

Hann er føddur í Trongisvági nýggjársaftan í 1939, og hóast hann nú er farin um tey áttati, ber hann aldurin sera væl.

Tá hann var 15 ára gamal, flutti hann við familjuni til Havnar. Hann fór ikki í skúla, men beint til arbeiðis, og hann starvaðist í ymiskum fjølbroyttum yrki, til hann fór at brenna burturkast fyri Tórshavnar kommunu.

Í nógv ár hevur hann eisini havt frítíðarbát - ella gardinbát - og hann hevur verið víða um landið og í sínari tíð eisini í norska skergarðinum við bátinum. Hansara áhugi fyri bátum og bátasigling var eisini orsøkin til, at bátafelagshúsið Undir Bryggjubakka var karmur um stóra føðingardagin.

##med2##