Monika Stauss Joensen á violin og Helene Ringgenberg á orgul fara at spæla martiné í Christianskirkjuni í Klaksvík leygardagin 2. februar klokkan 11. Týsdagin 5. februar klokkan 20 spæla tær báðar aftur, hesaferð í Glyvrar kirkju.
Á skránni hjá Moniku og Helene, sum báðar eru úr Sveits, verður tónleikur eftir Bach, Hándel, Svendsen og Rheinberger.
Helene var mest sum fastur cembalistur, tá Ólavur Hátun fekk heimskenda dirigentin og kórleiðaran, Willi Gohl, sála, til Føroya at framføra fleiri av fremstu kórverkum. Helene er eisini organistur í eini stórari kirkju í Bern, høvuðsstaðnum í Sveits.
Saman hava Monika Stauss Joensen og Helene Ringgenberg havt fleiri konsertir í Sveits og í Føroyum. Tær hava eisini spælt í Odense, eins og tær vórðu bjóðaðar at spæla í San Luis Obispo í USA, har tær spældu fyri MAY (Music and Art for Youth).
Í 2005 vóru Monika Stauss Joensen á violin og Ólavur Jacobsen á guitar eisini í San Luis Obispo í USA, har tey bæði høvdu konsertir.
Nú Helene Ringgenberg kemur til Føroya at vitja, fara tær bæðar at spæla hesar báðar konsertirnar fyri violin og orgul, ávikavist í Christianskirkjuni og í Glyvra kirkju.
- Konsertirnar eru ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin. Eftir konsertirnar verður bjóðað til ein kaffimunn, siga fyrireikararnir.