Hugtakið merkir ikki annað enn tað, at hugsað verður um mannin, ið sigur tað, sum sigast skal og tekur avgerðirnar. Í sløk fýra ár er Eidesgaard sloppin at siga tað, sum Fólkaflokkurin meinar og hevur tikið avgerðir um. Í hesi serligu føroysku útgávuni er hugtakið harvið liðað sundur í tvinnanda lutir, og Sambandsflokkurin letur framvegis ikki við seg koma. Heldur ikki ígjár táið nýggi og braneggjaði landsstýrismaðurin í fíggjarmálum varð sleptur niður í bræðingarpottin úti í Vektarbúðini. Ongin ivingur er um, hvør ið skrúvaði uppá sjuntin. Eftir fundin var hann so skáldaður, at hann segði júst tað sama sum Jørgen Niclasen segði fyri fundin - í einum tíðindastubba inni á Portalinum. Harrin má vita, hvussu teir vríggja hesar trøllvaksnu menn ígjøgnum sjaldsomu metamorfosurnar, har teir ferð eftir ferð koma undan væðingini aftur sum fulltøknir papageykar.
Løgmaður gjørdi status á Ólavsvøku. Andstøðuformenninir hava gjørt sínar viðmerkingar og í kappingini um beinraknasta metaforin var Kári P. Højgaard greiður vinnari. Hann legði kleyvar frúgv á borðið, táið hann helt fyri, at røðan var mest átøk eini jarðarferðartalu. Sjáldan at farið verður illani við líkinum, sum hann tók til – í hesum førinum einum politiskum líki, sum at kalla er búgvið at vera jarðsett. Fólk flest mundu hugsa um ferðina Jukim og Niels Juel gjørdu kring Svínoynna á sinni. Í einum installeringi. Fram úr motordukinum hoyrist einaferð frá svínoyinginum: ”Har uppi á hasum klettinum funnu svínoyingar einaferð ein mann.” Løtu seinri spyr gamli útvarpsstjórin: ”Var hann á lívi?”. Eina løtu hoyra vit bara symfoniska ljóðið frá motorinum sum ekkóar úr berginum. Og so kemur kontanta avrokningin, táið Jukim svarar: ”Høvdið var av !”
Røðan er ein svada. Tó so, øll skilja orsøkina til fullkomna holdnings- og substansloysið hjá Jóannesi. Tað snýr seg um hjá einum einasta tilvildarligum føroyingi at vera spentur fyri fólkafloksvagnarnar aftur í valskeiðnum, sum nú fer at koma.
Flestu av heimsins politisku oddvitum brúka sínar stóru røður til at siga sínum fólki frá, hvørjar ætlaninar eru higani og frameftir. Hesin politiski kultururin er ikki partur av viðføri løgmans. Hann er bara afturlítandi og valdssøkjandi og niðurbarberað kundi røðan verið soljóðandi: Hetta var skeiðið táið Fólkaflokkurin saðlaði um sum kamæleónin og flutti seg frá at vera fullveldisflokkur til at vera heimastýrisflokkur, sjálvandi fyri at halda í teymunum á íhaldsflokkunum báðum. Fyri at vinna sær fullkomið vald. Burturúr tí er komið ein politisk staðfesting av, at soleingi hesir trællirnir sita, er kolonistøðan í danska ríkinum siglað. Økonomiska gjógvin millum føroyingar er økt munandi. Serliga ígjøgnum skattapolitikkin, sum eftirhondini er einasta amboðið í búskaparliga umfordeilingspolitikkinum, og táið man konfirmeraði sølurnar av landsins ognum, loyvum og fæi. Ístaðin fyri at brúka møguligu inntøkurnar til eina niðurlaðing í ríkisveitingini, valdi man at grýta pening eftir fólki, sum hevði nóg mikið frammanundan. Ein raðfesting sum vil nakað, má sigast.
Ímeðan hevur Sambandsflokkurin, honum so líkt, sitið sum ryssa yvir deyðum fyli, sum ífylla, og rikið óansvarligan fíggjarpolitikk. Tað hevur sprænt út úr hvørjum orði nýggi landsstýrismaðurin, Laksafoss, hevur latið almenninginum, síðani hann setti seg í ruggustólin úti í Albert Hall. Fram til í gjár, táið hann bukaður og bardur, sum lofnaður papageykur, kom útaftur av samgongufundi og bekenti sínar syndir mótvegis Fólkaflokkinum. Nú var talingur einans um generellan niðurskurð kontu fyri kontu á komandi fíggjarlóg, ein fíggjarlóg sum rakstrarliga, eftirhondini, er fastlæst í sáttmálabundnum lønum. 3-0 til Óla, Anfinn og Jørgen. Okkurt mátti Javnaðarflokkurin sleppa at gera. Missionerurin í fólkaheilsu, sum vil frelsa allan heimin frá materiellari synd og ólukkum, er sloppin at seta nakrar vatnkølarar upp á kommunalu skúlunum, sum kommunurnar sjálvar skuldu bera kostnaðin av, at senda føroyingar út at renna eina løtu einaferð um árið, og 19 dagar fyri valið komandi ætlar hann at gera almenna rúmið roykfrítt. Hetta var tað, sum hetta merkiliga intermezzo´ið í politisku søgu landsins megnaði.
Síðani spyr onkur: ”Er so ongin neisti í røðuni, er onki kreativt signal inn í framtíðina frá einum einasta Ráði yvirhøvur ?”
Jú, og so løgið tað ljóðar, varðar Jógvan á Lakjuni av báðum tveimum. Gransking og Lærdur Háskúli. Onki er hent á hesum báðum økjum higartil í valskeiðnum. Absolutt onki. Tó skapar tað eina ávísa optimismu, bara tað, at evnið verður tikið upp, sjónligt tekin um, at hugtøkini ikki eru dottin út úr politisku terminilogiini, hóast svart íhald á øllum øðrum økjum.
Tað er okkurt sum sigur mær, at samfelagsbúskapurin ikki ber vælferðarrenslinum, sum í løtuni verður hildið kunstiga uppi. Hóast hvør einasti arbeiðsføri lógvi, at kalla, er í vinnu, so er samfelagið illa gongt. Stórt hall, á 800 milliónir danskar milliónir, á handilsjavnanum. Helst hall á gjalds-javnanum. Ein fíggjarlóg, sum helst fer at ríða um snarið, hóast eftirgjørdan andadrátt á 630 milliónir úr danska ríkiskassanum. Hetta er beiski veruleikin. Og táið vit eru læstir fastir í kvotum og vita á leið, hvat fæst burturúr landgrunninum og Føroya Banka árliga og vit alrahelst hava optimerað inntøkurnar úr natúrliga tilfeinginum so frægt sum til ber, so stingur spurningurin seg sjálvandi upp, hvussu vælferðin skal fíggjast frameftir. Og serliga hvar ressourcan skal finnast?
Í øðrum londum verður satsað við íløgum í gransking og universitetir. Ein staðfesting av at menningin, útyvir tað sum fæst úr tí sum landið natúrliga varð vælsignað við frá Skaparans hond, onkursvegna má koma úr vitan, gransking og lærdum háskúla. Úr knokkinum á ungum og lærdum fólki. Hetta hava londini kring okkum funnið útav fyri mongum árum síðani. Háskóli Íslands er ein óloysiligur partur av menningini, sum hevur verið í landinum síðani Lýðveldið varð skipað. Nú hava teir skipað lærdan háskúla á Akureyri eisini, har hópur av ungum fólki vinna sær nám, eisini útlendingar, m.a. undirvísa teir í kinesiskum máli, og soleiðis mennast netverkini og Ísland gerst ein natúrligur partur av menningini í heiminum annars, á fyrstu parkett. Tromsø er klassadømi um, hvussu ein partur av landinum fer at blóma, táið tú setur tær fyri lokalt at flyta teg upp í aðra og hægri sferu. Grønlendingar hava tikið sama stigið, og smíða í løtuni eina snotuliga universitetspark – í Ilimmarfik – fyri einar 300 milliónir krónur. Seinri í ár flyta teir alt virksemið úr gomlu Herrnhutisku missiónstøðini frá 1738 út í nýggja slátrið – Ilisimatusarfik. Nuuk stendur á gáttini til at gerast ein partur av tí pulserandi lívið og umhvørvi, sum alt fleiri av heimsins ungdómum gerast partur av.
Her er okkara møguleiki. Landsstýrismaðurin boðar í løglistanum frá, at hann í tingsetuni fer at leggja fram uppskot um løgtingslóg um Føroya Lærda Háskúla. Sum hann sigur: ”Endamálið er at nútímansgera Fróðskaparsetrið og at samskipa allar verandi og komandi akademiskar útbúgvingar í eitt føroyskt universitet.” Tað finst valla nakar, sum ikki fer at taka undir við hesum uppskotinum. Men eg haldi meg tevja úr orðunum eina ambitión, sum ikki røkkur longur enn til at broyta bygnaðin og samansetingina av setursráðnum, har eksternir figurar nú skula manna ráðið, ístaðin fyri sum nú, har universitetið hevur fullan suverenitet, og skipar seg sjálvt í øllum lutum.
Studentafelagið MFS helt fund í Miðlahúsinum fyri kortum. Hesin alt avgerandi spurningur varð umrøddur. Hvussu skipa vit í Føroyum eitt universitet, sum kann gerast lokomotivið í menning landsins, og hvør er materielli tørvurin fyri at tryggja grundvøllin undir einum slíkum?
Breið semja var um, at ambitiónin eigur at vera ein lærdur háskúli, sum tekur á seg uppgávur, sum lærdir stovnar í øllum øðrum londum gera. Rekrutteringssentur til umsiting, fyrisiting, politisku skipanina, aðrar lærustovnar og ein basa fyri netverki til lærdar háskúlar í øðrum londum. Stovnur, sum hevði sogið alla skúlaskipanina uppeftir. Hevði sett krøv til miðnámsútbúgvingarnar, sum aftur høvdu sett krøv til illa fyrikomna fólkaskúlan o.s.fr. Hartil hevði stovnurin drigið hópin av ungdómum og granskarum uttanlendis, sum aftur hevði gjørt landið til ein lítlan metropol í heimsmeldrinum. Og partur av teimum 20-28 ára gomlu føroyingunum høvdu verið verandi í landinum, ein kroniskur trupulleiki, sum oftani hevur tað við sær, at hesi fólkini integrerast aðrar staðir og eru við í eini aðrari menning enn okkara. Tí eigur øll hin politiska skipanin at seta sær fyri at raðfesta verkliga grundvøllin undir hesum setri skjótast gjørligt. Rektarin segði á sama fundi, at ambitiónin er, at um nøkur fá ár, so ganga 1000 studentar á Føroya Lærda Háskúla. Og sambært Poul Michelsen á sama fundi, so hevur Tórshavnar Kommuna fyri á leið fjórðingsøld síðani latið Setrinum eitt vítt grundøkið uppi í Marknagili til hetta sama endamál.
Granskingin er ómissandi partur av øllum hesum. Ein sjálvsagdur partur av øllum tí, sum eitt universitet fæst við. Granskingin hevur tó onga raðfesting havt í hesum valskeiðnum. Og samstarvið við rammuskránna hjá ES er endað í einum hurlivasa, skilst, hóast departementsjefurin í Mentamálaráðnum longu í januar mánaða var í útvarpinum og kunngjørdi, at nú var leyst og liðugt. Menn og kvinnur vóru biðin um at søkja burtur av teimum áleið 380 milliardunum, sum er samlaða játtanin til skránna. Sambært embætismanni á løgmansskrivstovuni og samsvarandi Hákuni Djurhuus, umboðsmanni í Bruxelles, er fremsta forðingin í málinum hon, at Føroyar ikki eru skipaðar sum ein suverenur statur. ES-felagsskapurin tímir ikki at brúka sína orku til samráðing við fólk, sum ikki hevur orku at taka sær stats- og fólkarættarliga av sær sjálvum.
Hetta leiðir okkum aftur til orðini hjá Barry Bartman, professara frá Prins Edward Island, á Microstates ráðstevnuni í Norðurlandahúsinum í 99: “In contrast to Iceland the story of Newfoundland has been one of tragic disappointment, a cronic case of psychological and material dependence. Icelanders to the last explain their survival, indeed their succes, by the obsession with their own self-reliance: there is no Copenhagen, no Ottawa, no Brussel, no bailout. To sink or swim on their own is a national mantra. And swim they have, using their powers as a sovereign state to navigate their economy through difficult and dangerous waters. Iceland is the story which, perhaps more than any other, confounds the calculations of chronic disadvantage in very small and remote states. While not alone, it is the quintessential succesful micro state. The choice of sovereignty is, of course, not one for all very small societies. But the experience of sovereignty for so many micro-states in the years of independence should inspire confidence and not anxiety. Is is a world where the very small can mingle with the large and thrive in the process.”
Er løgmansrøðan umboðandi samgonguna, tykist hon vera ein illa slitin jukeboks. Ein gomul danga, sum er tikin upp á beding, har roynt verður at klína sum frægast uppá hana, útyvir tering, rust, lort og gjarvøkstur. Tað sum í maritima málinum verður rópt fyri monkeyshine. Soleiðis at hon heldur valskeiðið út. Harvið má tað verða. At tað glampar frægast á eggini hjá mentamálaráðharranum, sigur kanska ikki so lítið um lívførið sum eftir er í svartastu samgongu í Føroyum síðani heimastýrislógin varð seymað sum eitt eftirgjørt kolonialt korsett um føroyska fólkarættarliga búkin, hvørs magasekkur má sleppa sær av við ríkisveiting og hvørs akslar mega tveita politiska fremmandaokið av sær.