Tað staðfesti ein ST-frágreiðing, sum varð almannakunngjørd í gjár.
Lond í Norður- og Latínamerika hava hægstu drápstølini í mun til fólkatalið, meðan Asia hevur tey lægstu.
– Drápslutfallið upp á 17,2 fyri hvørjar 100.000 íbúgvar í Norður-, Mið- og Suðuramerika er tað hægsta, sum er skrásett í økinum, síðani fyrstu álítandi kanningarnar byrjaðu í 1990, stendur í frágreiðingini.
Einasta av hinum økjunum við drápslutfalli hægri enn lutfallið kring heimin í 2017 er Afrka við 13,0.
Til samanberingar er drápslutfallið í Asia, sum hýsir umleið 60 prosentum av heimsins fólki, tað lægsta við 2,3 fyri hvørjar 100.000 íbúgvar. Evropa er næst við eini drápslutfalli upp á 3,0
/ritzau/AP