Skal bygdin innast í Skálafirði framhaldandi eita Skálabotnur, ella skal hon broyta navn til Skálafjørður. Tað er spurningurin, tey, sum búgva í bygdini, skulu gera av í morgin. Í morgin, grækarismessudag, verður nevniliga fólkaakvøða í bygdini um, hvussu bygdin skal eita í framtíðini.
Og nú, dagin fyri fólkaatkvøðuna, siga tveir mans sína hugsan um málið, og tað gera teir í lesarabrævi í Sosialinum í dag. Annar teirra er Almfinn Jacobsen, sum býr í bygdini, og hin er Eivind Weyhe, sum er limur í staðarnavnanevndini. Og teir báðir hava hvør sína áskoðan á málið.
Eivind Weyhe heldur fast um, at tað rætta navnið er Skálabotnur. Hann sigur, at hetta navnið stendur í gomlum kortum og tað er eisini í samsvari við søguligar keldur.
Hann vísir á, at í jarðabókini fyri ár 1600 er bygdin nevnd »Skallebotenn«, og hetta er fyrstu ferð navnið í eini skrivligari keldu. Aftur í 1665 nevnir tingbókin bygdina fyri »Skallebottn«, og tað sama gera eisini aðrar skrivligar keldur.
Á einum føroyakorti frá 1700 – talinum er bygdin nevnd »Schaalebotn« og í einum skjali frá 1720 í sambandi við grind, er bygdin nevnd »Schaaleboten«. Fleiri aðrar keldur siga tað sama, og Eivind Wehye sigur, at tað er á hesum grundarlagi, at bygdin hevur verið nevnd Skálabotnur líka síðani.
– Sostatt er Skálabotnur tað almenna navnið á bygdini. Tað er eisini staðfest av Staðarnavnanevndini, sigur hann.
Almfinn Jacobsen heldur, at tað má vera bygdarfólkið sjálvt, og eingin annar, sum ger av, hvussu bygdin skal eita, og er meiriluti á fólkaatkvøðuni fyri, at bygdin skal Skálafjørður, er tað tað rætta navnið á bygdini og onki annað.
Hann samanber hetta við bygdarnavnið Funningsfjørður, har umstøðurnar eru tær somu.
Tey, sum manna staðarnavnanevndina, eru Eivind Weyhe, lektari emeritus, Anfinnur Johansen, lektari, Lena Reinert, granskingarhjálpari, Kristin Magnussen, málfrøðingur og
Stein Fossá, deildarleiðari á Umhvørvisstovuni.
Les meiri um sjónarmiðini hjá hesum báðum í Sosialinum í dag