Leikurin, ið EYMALEIK frumframsýndi í Posthúskjallaranum í Klaksvík í gjár eitur “Morgunstjørnan yvir Wittenberg”, og er ein einrøðuleikur um lívið hjá Katharine von Bora, ið var kona Martin Luther.
Eyð Matras hevur bæði skrivað handritið, og hon framførir eisini dramatisku forteljingina, um lívið hjá hesi serstøku kvinnuni, einsamøll á pallinum.
Leikstjórin, Ria Tórgarð hevur lagt dent á sambandið ímillum frásøguna, ið Eyð Matras ber fram, tónleikin, ið Magni Husgaard hevur komponerað og sjálvt hølið, ið við sínum ráu betong veggjum verður livandi karmur um sýningina.
Einrøðuleikurin um Katharinu von Bora er soleiðis bæði upplýsing, ein spennandi søga og ein heildaruppliving við tónleiki, atmosferu, ljósi, litum og lukti.
Myndirnar niðanfyri hevur Dávur Winther tikið