Mortan elskar at fiska

- Vit eiga bara eina dóttir, og henni dámar væl at vera á floti saman við pápanum. Mær dámar eisini væl at vera við, men nú er longri ímillum. Meðan vit vóru trúlovaði, var eg nógv á báti saman við honum, sigur Selma Egholm, sum er kona Mortan Egholm, útróðrarmann í Klaksvík

Umborð

 

Á bryggjuni í Klaksvík týsmorgunin hittu vit Mortan Egholm, sum er útróðrarmaður og rør út í glastrevjabátinum, Borgini.

Borgin er ein Møn Fisherman, sum er longdur og hevur annað stýrhús enn tað, vit vanliga síggja á hesum slagi av bátum.

Vit prátaðu eina løtu, meðan hann tók ís til næsta túr. Ísurin var í einum fiskakassa, sum stóð á bryggjuni. Mortan lempaði við skuplu úr kassanum og niður í nakrar kurvar, sum hann hevði sett sær á bryggjuna.

Áðrenn hann loysti, tók hann kurvarnar umborð á bátin og legði út á hav.

Mortan, sum er 61 ára gamalur, ættaður úr Streymnesi, men giftur til Klaksvíkar, er útróðrarmaður burtur av, og tað hevur hann verið at kalla alt sítt lív.

Hann keypti Borgina nýggja úr Danmark í seinnu helvt av áttatiárunum, men áðrenn Mortan fekk nýggja bátin, hevði hann saman við brøðrum sínum træbátin, Streymnesfoss, sum teir róðu út í.

Fyri 18 árum síðan giftist hann Selmu, sum er ættað úr Klaksvík, og fyrstu tvey árini búðu tey í íbúð á Eiði, haðani Mortan róði út.

Nú hava hjúnini búð í Klaksvík í eini 15-16 ár og eiga 15 ára gomlu dóttrina Rebekku, sum eins og Selma dámar væl at vera á báti, tá líkindi eru og høvið býðst.

Hósdagin, sum vit hittu Mortan á bryggjuni í Klaksvík týsmorgunin fyri, ringdu vit aftur til hansara og fregnaðust um fiskiskap.

Hann hevur róð nógv við línu, men nú línuveiða er heldur vánalig, hevur hann seinastu tíðina roynt við snellu ella teini undir snellu og hevur egnt, serliga við rækjum.

- Í dag eri eg eystanfyri. Higartil í dag hevur fiskiskapurin vignast illa, men nú er onkur fiskur fram við. Eg hevði Rebekku við mær í morgun, men hon fekk sjóverk, og nú havi eg verið inni á Borðoyarvík við henni.

Tað hoyrist heldur illa, og meðan vit tosa, er fiskur fram við og Mortan, sum altíð hevur dámað væl spenningin við at fiska, fer aftur til snelluna.

Fiskin má hann ikki missa av aftur húkinum.

Vit bíða nú í hinum endanum, meðan hann dregur fiskin at borði og letur snelluna rennur niður aftur...

- Dagurin í gjár gav 800 pund, og dagin fyri hevði eg 400 pund. Tað mesta er millumfiskur, toskur 4, sigur hann.

Eg vil ikki órógva mannin meira, men geri av at ringja á heimatelefonina fyri at fáa eitt sindur meira at vita – um tað eydnast.

Selma tekur telefonina. Hon er óføra blíð og fyrikomandi.

- Vit eiga bara eina dóttir, og henni dámar væl at vera á floti saman við pápanum. Hetta hevur hon gjørt við jøvnum millumbilum, síðan hon var lítil smágenta. Mær dámar eisini væl at vera við, men nú er longri ímillum.

Selma sigur, at hon eisini hevur verið onkran veruligan útróðrartúr við manninum, tá veðrið hevur verið til vildar.

- Er Rebekka við, sleppur hon eisini at standa við eina snellu, sigur hon.

Men í dag fekk hon sjóverk, tó at Rebekku dámar væl at vera á báti.

- Mortan plagar at sigla hana til lands aftur, tá soleiðis er, og síðan leggur hann aftur til brots. Alt eftir, hvar hann roynir, er oftast ikki so langur teinur inn á Borðoyarvík.

Selma sigur, at Mortan hevur róð út øll árini, síðan tey bæði komu at kennast.

- Eg má viðganga, at tað serliga var, meðan vit vóru trúlovaði, at eg var við honum á báti. Men eg havi eisini verið fleiri túrar síðan, leggur hon brosandi aftrat.

Hon heldur, at tað er balsam fyri likam og sál at vera á báti, bæði hjá honum, ið hevur hetta sum livibreyð – og hjá sær sjálvari og dóttrini.

Men hetta er so bara í tí betri tíðini av árinum.

- Mortan elskar at fiska, og tað er ikki so sjáldan, at hann eitt nú fiskar laks, tá eingin útróður er. Viðhvørt hevur hann ilt við at sovna so spentur, sum hann er til næsta dag – antin tað er á báti ella við tráðu. Eg vil siga, at hann er púrasta bitin av at fiska.

Sum yngri var Mortan Egholm eitt skifti í Íslandi og arbeiddi, og hann var eisini við onkrum størri báti sum maður.

- Men øll árini, síðan vit komu at kennast, hevur útróður verið hansara arbeiðslív, sigur Selma Egholm.