Nú Eyðun Johannesen, sum áður hevur verið næstformaður í Føroya Fiskimannafelag, ikki stillar uppaftur, kemur Mortan G. Berjastein í leiðslu FF´s. Val er í Føroya Fiskimannafelag á hvørjum ári.
Triðja hvørt ár er felagsformansval, og sama er við sýsluformansvali og sóknarformansvali.
Í ár er sýsluformansval.
Leiðslan í Føroya Fiskimannafelag er felagsformaðurin og síðan eitt umboð úr hvørju sýslu.
Greitt er, at einki val verður í Eysturoyar sýslu. Eyðun Johannesen av Oyrarbakka, sum hevur sitið í leiðslu FF´s í nógv ár, stillar ikki uppaftur.
Mortan G. Berjastein í Fuglafirði hevur latið seg stillað upp, men hevur einki mótvalevni. Tí er greitt, at Mortan verður nýtt umboð í Eysturoy - uttan val.
Karl Isaksen úr Kvívík hevur umboðað felagið, síðan Dia Højgaard í Vestmanna doyði.
Valið í Streymoy stendur millum Karl Isaksen og avbjóðaran, Axel Hansen.
Fríðrik Sivertsen hevur seinnu árini umboðað Fiskimannafelagið í Norðoyggjum, men letur seg ikki stilla uppaftur.
Valið í Norðoyggjum stendur millum Egil Finnsson og Magnus Paula Glerfoss, sum hava latið seg stillað upp.
Við tað, at Eyðun Johannesen og Fríðrik Sivertsen ikki lata seg stilla uppaftur, koma í hvussu er tvey nýggj umboð í nevndina sum taka við 1. februar í 2011.
Spurningurin er so, hvør kemur at draga longra stáið í Streymoyar sýslu, Karl Isaksen ella Axel Hansen, sum avbjóðari.
Sámal Poulsen, Sandvík, Andrias Berglíð, Sørvágur og Sniálvur Røvilsberg, Sandur, hava einki mótvalevnið og halda tí fram í leiðslu Føroya Fiskimannafelags, eisini eftir 1. februar.
Myndin er av Mortan G. Berjastein úr Fuglafirði.