Klokkan 16 í morgin letur Janus á Húsagarði upp listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík í Havn.
Hetta er ein stór framsýning við heilt nógvum myndum, og flestu myndirnar eru heilt nýggjar, sigur hann.
´
Fleiri myndir eru av mosatrøllunum, sum eru við í bókunum, sum hann hevur givið út ella eisini teknað til.
Í flestu førum spæla moatrøllini á okkurt ljóðføri, og tað er fyrst og fremst tí Janus á Húsagarði sjálvur spælir á mandolin.
Hann hevur sín heilst serliga stíl, og hann málar ofta trøll, tí tey og hini fornisku mugu ikki fara í gloyskuna, sigur Janus á Húsagarði.
Tá ið framsýningin letur upp, spælir Uni Debes løg av nýggju fløgu síni.
Framsýningin verður opin í morgin frá kl. 16 til 20, og frá leygardegnum til týsdagin frá klokkan 11 til 19.
Í sambandi við Barnajólini hjá Margarinfabrikkini bjóðar Janus á Húsgari sær til at tekna saman við børnum.