Aftur í morgun veit borgarstjórin í russiska høvuðsstaðnum, Moskva, at siga, at ein drona nærindis høvuðsstaðnum er skotin niður í morgun.
Borgarstjórin, Sergej Sobjanin, skrivar á Telegram, at dronan varð skotin niður nærindis Ljubertsij, sum liggur í ein útsynning úr høvuðsstaðnum.
Eina løtu í nátt var loftrúmið kring flogvøllin, Vnukovo, sum er ein av trimum flogvallum í Moskva, stongt fyri flogferðslu.
Tað veit russiska tíðindastovan Tass at siga.
Seinastu tíðina er tað ofta komið fyri, at neyðugt hevur verið at steingja loftrúmið yvir flogvallirnar í russiska høvuðsstaðnum orsakað av dronuálopum.