Motivera arbeiðsleys

ALS er farið undir at skipa fyri skeiðum fyri at motivera ung arbeiðsleys. Rodmundur Nielsen, vinnulívsmaður, er partur av einum toymi, hvørs endamál er at fyrireika ung til eitt aktivt arbeiðslív

- At tað júst eri eg, sum eri biðin, er meiri tilvildarligt.
Tað sigur Rodmundur Nielsen, vinnulívsmaður, sum er vorðin partur av einum toymi, ið ALS hevur savnað við tí endamáli, at motivera ung arbeiðsleys.
Ein stórur partur av uppgávuni hjá Rodmundi Nielsen er at motivera tey ungu.
- Tað er ikki ein sjálvfylgja at hava eitt arbeiði. Tað ræður um at vísa, hvør tú ert, tá tú ert til arbeiðis, og gjøgnum tíggju ár hjá Statoil, har vit í stóran mun hava arbeitt við ungum, eri eg vorðin varðigur við týdningin av, at hava ung starvsfólk í arbeiði, sigur Rodmundur Nielsen.
Tað ræður um at eggja ungfólki til at vísa góðan hugburð, tá tey eru til arbeiðis.
- Tað ávirkar jú ikki bert tey sjálvi, um tey missa arbeiðið, men eisini tey, ið eru uttan um tey, sigur Rodmundur Nielsen.
Tað veri seg foreldur ella sambúgvar, tí hugburðurin hjá fólki er vanliga, at tey trívast best, tá tey hava nakað at taka sær til og nakað, at fara upp til um morgunin.
- Í mínum starvi sum vinnulívsmaður havi eg tikið nógvar lærlingar inn, og tað havi eg verið stak væl nøgdr við. Og hjá teimum ungu ræður jú um at vísa, hvat tey duga til, tá tey eru til arbeiðis, sigur Rodmundur Nielsen.
Fyribils hevur hann bert verið til hitt eina skeiðið, men ætlanin er at hava fleiri slík.
- Tað var ógvuliga áhugavert. Nú eri eg sjálvandi bert ein lítil partur av tí samlaða skeiðinum, og talan er um eina heila dagsskrá, men tað var rættiliga spennandi at vera við til eitt slíkt skeið, sigur Rodmundur Nielsen.

Fyrireika tey ungu
Endamálið við hesum skeiðunum er, at motivera og at fyrireika tey ungu til arbeiðslívið.
- Hugskotið, at hava ein vinnulívsmann við á hesum skeiðunum er, at fáa ein annan vinkul inn í myndina og ikki bert at síggja tingini frá vinklinum hjá teimum arbeiðsleysu. Komið verður eitt nú inn á setanartreytir og annað tílíkt, sigur Rodmundur Nielsen.
Tað eru truplar tíðir á arbeiðsmarknaðinum í løtuni, men tíðirnar broyta einaferð, og tá ræður um hjá teimum ungu at verða til reiðar at taka ímóti avbjóðingunum.
- Motivatión er høvuðsinnihaldið, men eg eri eisini við á hesum skeiðunum fyri at kunna tey ungu eitt sindur um, hvat ein arbeiðsgevari væntar sær av sínum starvsfólkum, sigur Rodmundur Nielsen.
Sum kunnugt er ikki endalig støða tikin, men tað er alt ið bendir á, at hesi heildagsskeiðini fara at halda fram.