Motorpassaraprógv í Klaksvík

Fríggjadagin í farnu viku fingu 8 motorpassarar prógv á Tekniska Skúla í Klaksvík.

Eftir ein steðg í 7 ár, hevur skeið í motorpassing verið á Tekniska Skúla í Klaksvík seinastu 2 árini. Skúlagongdin er íalt slakar 6 mánaðir. Prógvið gevur rættindi til at passa motorar upp til 1000 hk. Har afturat hava teir tikið brandskeið og trygdarskeið fyri sjófólk.

Í føroyska fiskiflotanum eru rættiliga nógvir maskinmenn, sum sigla við undantaksloyvi. Tað kemur tí væl við at hesi skeiðini, sum nøkta tørvin fyri ein stóran part av flotanum, eru tikin uppaftur.

Sum siður er, vórðu eisini hesaferð latnar virðislønir til teir bestu næmingarnar. Fyrstu virðisløn fekk Hanus Hansen úr Norðdepli, hana læt Norðoya Sparikassi, og varð handað av sparikassastjóranum Jóanes Poulsen sjálvum. Aðru virðisløn, sum var latin av Felagnum Línuskip, fekk Sjúrður Kjølbro úr Klaksvík. Ætlanin er at byrja aftur í august um góðkenning fæst frá avvarðandi myndugleikum.