Mourits gevur enn eitt lag út; “Lívið er handað”

Tónleikaútgávan FØLV eru trý løg, ið eg sjálvur havi skrivað bæði tekst og løg til. “Litfagrir fuglar”, “Titrandi sansir” og “Lívið er handað”.

 

Fyrsta lagið, “Litfagrir fuglar”, kom út 12. februar. Næsta lagið, “Titrandi sansir”, kom út 16. mars. Hósdagin tann 19. mai kemur lagið “Lívið er handað” út. Hetta er triðja og seinasta lagið á hesum sinni.

 

Eg havi valt, at lagið skal koma út 19. mai, tí tað er føðingardagurin hjá mínum góða vini Hildibjarti Hansen, ið andaðist 19. apríl í fjør.

 

Orðini gjørdi eg í august 1999, tá okkara kæra grannakona, Anna Poulsen, andaðist bert 46 ára gomul. Teirra hurð og okkara hurð er sum ein, so tað tók fast tá hon fór.

 

“Lívið er handað” hevði ligið í skjótt 21 ár í eini skuffu. Tá systir mín, Hanna Kampmann, andaðist í august 2020, tók eg yrkingina framaftur, og setti lag til.

 

Yrkingin er ognað Onnu Poulsen, grannakonuni, meðan lagið er ognað Honnu Kampmann, systir míni.

 

Upptøkurnar eru gjørdar í Bunkaranum, ið er upptøkuhølið hjá Mikael Blak og Benjamin Petersen.

 

 

 

Her er leinkja til lagið: https://bfan.link/livid-er-handad

 

 

 

Sang: Son of fortune, Benjamin Petersen.

 

Guitarar: Son of fortune, Benjamin Petersen

 

Violin: Heiðrun Petersen

 

Bass: Mikael Blak

 

Tangentar: Mikael Blak

 

Trummur: Per Ingavldur Højgaard Petersen

 

Permumynd: Anna Poulsen, sála

 

 

 

Takka vil eg:

 

Palla, Paula Hansen fyri nótaskriving.

 

Tórshavnar býráð fyri peningaligan stuðul.

 

Til seinast vil eg takka øllum tónleikaranum fyri spjadda gleði og kærleika, skrivar Mourits Mohr Joensen í tíðindaskrivi.