Mouritz Mohr, stjóri á skipasmiðjuni Mest, er ársins leiðari hjá teimum, sum arbeiða hjá tí privata.
Guðrið Højgaard er ársins leiðari hjá teimum, sum arbeiða hjá tí almenna.
Tað er niðurstøðan hjá Synergi, sum í dag hevur kosið ársins leiðarar.
Umframt Guðrið Højgaard, so vóru tveir aðrir leiðarar hjá tí almenna innstillaðir til heiðurin. Teir vóru Høgni Joensen, skúlastjóri á Skúlanum við Løgmannabreyt og Páll Isholm, stjóri á Miðnámi á Kambsdali.
Hjá teimum privatu vórðu tilnevnd umframt Mouritz Mohr Johannes Jensen, stjóri hjá Gist & Vist og Gudny Langgaard, stjóri á Vodafone.
Niðanfyri síggjast myndir frá hátíðarløtuni á Hotel Føroyum í dag, sum Dávur Wingher hevur tikið: