Moyes fingið fyrsta sigurin í West Ham

Ógvuliga óvæntað vann West Ham í dag á heimavølli móti Chelsea

Eftir eina keðiliga gongd í heldur longri tíð, eydnaðist tað í dag loksins West Ham at koma aftur á sigurskós, tá West Ham ógvuliga óvæntað vann heimadystin móti verandi meistarunum úr Chelsea.

 

Endaliga úrslitið av dystinum var ein 1-0 sigur til West Ham við máli frá Marko Arnautovic, sum longu kom tá seks minuttir vóru leiktir av dystinum.

 

Samstundis sum hetta var fyrsta ferðin at West Ham fór av vøllinum sum sigursharrar í langa tíð, var tað eisini fyrsti sigurin hjá David Moyes sum venjari hjá West Ham. Hann tók fyri einum mánað síðani yvir eftir Slaven Bilic sum nýggjur venjari í felagnum, har sigurin í dag kann vísa seg at verða eitt vendipunkt hjá honum í nýggja felagnum.

 

Hóast West Ham í dag fingu trý stig, er West Ham framvegis undir niðurflytingarstrikuni í Premier League. Men við sigrinum í dag, hevur West Ham fingið samband við fleiri lið røttu megin niðurflytingarstrikuna.

 

West Ham – Chelsea 1-0 (1-0)

1-0 Marko Arnautovic, 6.