Tá Havnakórið, Eystanljóð, solisat og orkestur um skírisdag framføra stórmessuna í c-moll já Wolfgang Amadeusi Mozart í Gøtu kirkju, er hetta fyrstu ferð, stórmessan verður framførd í Føroyum. Konsertin er lítlan tíma til longdar. Berst onkrum frá at fara til Gøtu skírisdag, verður stórmessan eisini framførd í Vesturkirkjuni langa fríggjadag.
Eins og við Requiem, gjørdi Wolfgang Amadeus Mozart ongantíð stórmessuna í c-moll lidna. Messuna skrivaði hann í takksemi fyri, at unnusta hansara, Constanza, var vorðin frísk aftur eftir drúgva sjúkralegu.
Mozart hevði í samband við hesa messuna lagt seg eftir at granska teir gomlu meistarnir Bach og Handel. Messan við millum annað 8-rættaðum dupultkórum, karakteristiskum samspæli millum moll og dur og skifti millum kraftmiklar satsar til yndisligar ariur, verður av mongum mett at verða eins dygdargóð sum hansara Requiem.
Tað eru Havnakórið, Eystanljóð, solistar og orkestur sum seinasta árið hava vant víðagitnu stórmessuna í c-moll. Solistar eru Hallveig Rúnarsdóttir, sopran, Tóra Vestergaard, sopran, Ernst S Dalsgarð, tenor og John Jacobsen, bass.
Leif Hansen stjórnar kóri og orkestri.
Skírsdag kl. 19.30 verður stórmessan framførd í Gøtu kirkju.
Langa fríggjadag kl. 17 verður stórmessan framførd í Vesturkirkjuni í Havn.