Umsíðir er nýggi magnetskannarin á Landssjúkrahúsinum tikin í nýtslu. Landssjúkrahúsið fekk skannaran til gávus frá Tryggingarfelagnum Føroyar á heysti 1998, tá Tryggingarsambandið varð lagt um til alment parafelag.
Men orsakað av trongu hølisviðurskiftunum á Landssjúkrahúsinum, bar ikki til at fáa skannaran settan upp fyrr enn stutt fyri jól í 1999. Neyðugt var við umfatandi umbyggingum á røntgendeildini, áðrenn skannarin kundi setast upp.
Í januar hava starvsfólkini á røntgendeildini lært seg at brúkt skannaran. Hetta hava tey gjørt við at kanna hvørt annað. Mn nú er tey klár at lata sjúklingarnar sleppa framat.
Kanningin við einum MR-skannara fer fram á tann hátt, at sjúklingurin verður lagdur á eitt borð í einari 13 tons tungari magnet.
Tá sjúklingurin er komin at liggja, verða rediobylgjur sendar inn í sjúklingin. Radiobygjurnar verða síðani steðgaðar, og fer sjúklingurin sjálvur tá at senda út radiobylgjur. Hesar verða móttiknar av einari antennu, haðani signalini fara inn á eina teldu, sum ger myndir av kannaða økinum.
Kanningin við MR-skannaranum er heldur drúgv. Tað tekur umleið ein tíma at verða kannaður, og alla hesa tíðina skal sjúklingurin liggja stillur.