MTV European Music Awards í danska høvuðsstaðnum

Í november verður heimsins størsta tónleika show hildið í Keypmannahavn, tá MTV European Music Awards ger innrás á Ráðhúsplássið og Bella Sentrið í Keypmannahavn.

Longu í fjør bar Ekstra Bladet leysasøgur um, at MTV European Music Awards antin fóru av verða hildnir í Keypmannahavn ella Reykjavík. Mánadagin vóru leysatíðindini váttaði.
Norðurlendski marknaðarstjórin hjá MTV Peter van Satzger váttaði fyri Ekstra Bladet, at 2. november verður Keypmannahavn vertur fyri risastóru sjónvarpssendingina, ið væntandi fer at hava útvið 1,3 milliardir hyggjarar við sjónvarpsskíggjar kring heimin.
Tann eini pallurin verður á Ráðhúsplássinum, plássið hevur verið karmur um nógv stór tiltøk gjøgnum tíðirnar. M.a. hava fleiri konsertir verið fyriskipaðar har, eitt nú hava fleiri sera stórar konsertir verið hildnar á plássinum nýggjársaftan. Nógv túsund fólk hava eisni  verið savnaði á plássinum eitt nú, tá Bjarne Riis vann fronsku súkklu tourina, tá Danmark vann EM gull í fótbólti, og í sambandi við HM, <st1:PersonName w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;EM og OL&quot;$?$end$!$EM og OL</st1:PersonName$?$end$!$ sigrar hjá donsku hondbóltskvinnunum.<BR>Men hetta er tó alt lítið av miklum, tá tað verður sammett við MTV European Music Awards. Hetta tiltak er somikið stórt, at tað verður hildið á tveimum pallum. Partar av tiltakinum vera á pallinum mitt í hjartanum av Keypmannahavn, meðan aðrir partar verða hildnir. úti í Bella sentrinum.
Enn eru eingi av nøvnunum á ársins MTV European Music Awards almannakunngjørd, men tað skilst, at avdúkingar verða gjørdar komandi vikurnar.
Peter van Satzger sigur við Ekstra bladet, at tiltakið verður í ein ávísan mun alment, og atgongumerki vera at fáa í næstum, tó er einki alment um, nær og hvar hesi verða sett til sølu.
Í fjør vóru MTV European Music Awards hildnir í Lissabon í Portugal, á tiltakinum framførdu tónleikanøvn sum Madonna, Robbie Williams, System Of A Down, Shakira og Gorillaz.
Vertur var Borat heimskendi sjónvarpsverturin úr Kashakstan.
Hann gjørdist veruliga ein herlig uppliving. Eingin fekk frið, m.a. kallaði hann Madonnu fyri transvestitt.  Eisini. kallaði hann Coldplay fyri Green Day og Green Day fyri Coldplay. Síðan rópti hann Pussycat Dolls fyri skøkjur og segði, at Shakira merkir vagina í Kashakstan. Seinni í sendingini segði hann, seg ætla sær at vitja shakiruna hjá kvinnuliga vertinum Britany Murphy.
Tí einu ferðin kom hann á pallin ílatin sum Freddie Mercury og segði Eg eri Freddie Mercury! Nei tvætl, tað er eg Borat, einasta kynsjúka eg havi havt er Gonore - 15 ferðir.
Sjónleikarin aftan fyri Borat er Sacha Baron Cohen. Hetta er sami maður, sum spælir Ali G. Enn er ikki greitt hvør verður vertur á MTV European Music Awards í Keypmannahavn, men her er veruliga talan um stórar skógvar at fylla.