Mubarak fluttur á sjúkrahús

Ákæruvaldið í Egyptalandi hevur givið boð um, at fyrrverandi forsetin Hosni Mubarak verður fluttur á sjúkrahús, tí heilsan er farin at bila av álvara.

Fyri einum hálvum ári síðani varð Mubarak dømdur lívlanga fongsulsrevsing fyri at hava havt ábyrgdina av, at 85 mótmælisfólk vórðu skotin undir kollveltingini í februar í 2011. Í rættinum bleiv staðfest, at Mubarak hevði givið trygdardeildunum boð um at skjóta eftir mótmælisfólki, sum kravdu hann frá. Eitt hálvt ár seinni mátti hann leggja frá sær eftir at hava sitið við valdið í 30 ár.

Hosni Mubarak, sum er 84 ára gamal, varð eisini fluttur á sjúkrahús í summar, men hann slapp heim aftur ein mánað seinni.