Egyptiski forsetin, Hosni Mubarak, hevur ikki latið frætta frá sær, hóast túsundtals egyptar hava verið í gøtunum fleiri dagar og kravt, at hann og stjórnin skulu fara frá. Teir almennu fjølmiðlarnir skrivaðu í dag, at hóast heilsan er farin at bila, fylgir tann 82 ára gamli forsetin væl við tí, sum hendir.
Mentamálaráðið í Kairo kunngjørdi í dag, at Mubarak fer at luttaka á einari stórari bókastevnu í Kairo í morgin. Hann fer ikki at halda røðu, men fer møguliga at svara nøkrum spurningum, sigur ráðið.
Óváttað tíðindi siga, at Hosni Mubarak hevur tosað við guvernørin í Suez, har fleiri harðlig mótmælistiltøk hava verið, men tað er ikki greitt, hvat teir báðir tosaðu um.
Tað ljóðar eisini, at libyski leiðarin, Mohammar Gaddafi, hevur ringt til Mubarakog sagt, at hann hevur álit á teimum støðugu viðurskiftunum í Egyptalandi.
Aftur í dag vóru stórar mótmælisgongur í Kairo, Alexandria, Suez og øðrum býum, og í dag hevði stjórnin sent servandar deildir hjá herinum at hjálpa løgregluni at steðga mótmælunum. Samstundis hevur stjórnin lýst útigongubann frá klokkan seks í kvøld til klokkan sjey í morginári lokala tíð.