Danmark og Svøríki fingu ákoyringar frá zimbabwiska forsetanum, Robert Mugabe, í dag Robert Mugabe letur seg ikki teppa uttan at gera vart við seg, og í dag fekk millum annað Danmark ákoyringar frá honum.
-Í gjár funnust Danmark, Svøríki, Týskland og Niðurlond at okkum. Hatta harkaliðið heldur, at tey vita betur um Afrika enn vit, segði Robert Mugabe á toppfundinum, sum ES og Afrika halda í Lissabon í hesum døgum.
Heilsanin til Danmarkar var ætlað Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharra, sum í gjár kallaði Mugabe ?bandit?.
Bretski forsætisráðharrin, Gordon Brown, kom ikki til Lissabon fyri at mótmæla, at ES loyvdi Mugabe at koma hagar. Hann fekk eisini eina heilsan frá Mugabe.
-Brown er ikki her, men harkaliðið (Danmark, Svøríki, Týskland og Niðurlond) tosa fyri hann, tí tey siga bara tað, sum teirra harri og sameindi í Downing Street nr. 10 hevði sagt, um hann var her, verður Mugabe endurgivin fyri at hava sagt.