Fólkaflokkurin hevur stundum funnist at sitandi samgongu fyri tað, ið teir skýra fyri avgjaldsøðina hjá teimum. Tí var tað ikki heilt óvæntað, at júst avtøka av avgjøldum var ein týðandi partur av valskránni, ið Jørgen Niclasen, formaður floksins, legði fram fyri fjølmiðlunum í dag.
Formaðurin gjørdi greitt, at um flokkurin slapp fram at valdinum eftir valið, so er ætlanin at fara undir at avtaka fleiri av teimum avgjøldum og eyka skattum, ið sitandi samgonga hevur lagt á vinnulívið og familjurnar.
Vallyftini steðgaðu tó ikki har, men lovaði formaðurin eisini, at flokkurin fór at virka fyri, at millum annað at familjur, vinnulívið, lág- og miðallønt, lærlingar og lesandi skulu fáa onkran slag av fíggjarligum lætta.
Harímillum ynskir flokkurin at hækka botnfrádráttin hjá lesandi og lærlingum, at eingin lág- og miðalinntøka skal skattast meira enn 30%, avtaka dupultan GATT-tolli, avtaka hækkingina í tinglýsingargjaldi og leingja barnsburðafarloyvið upp í eitt ár.
Slíkt kostar tó pengar og fyri at fíggja tey mongu vallyftini mælti formaðurin ikki til nýggjar inntøkur, men til ein øðrvísi nýtslu av verandi inntøkum.
- Vit mugu aftur fáa virðing fyri pengunum hjá fólki. Tað vil siga at tryggja at teir verða brúktir á rættan hátt, segði formaðurin.
Í valskránni hjá flokkinum sæst, at Fólkaflokkurin leggur upp til, at hetta skal gerast við ymiskum átøkum, tó at tey ikki eru serliga ítøkilig. Harímillum at steðga ovurnýtslu, at tryggja vøkstur, nýggjar mannagongdir fyri almennar íløgur, samskipa felags uppgávur hjá tí almenna og bjóða almennar tænastur út til vinnuna.

- Mugu aftur fáa virðing fyri pengunum hjá fólki

