Mugu bæði skerja og friða

Fær formaðurin í vinnunevndini hjá Løgtinginum sín vilja, verða fiskidagarnir næsta ár skerdir upp í 5%, samstundis sum Føroya Banki verður fullkomiliga friðaður

 - Vit eiga bæði at skerja fiskidagarnar og at friða Føroya Banka fyri øllum fiskiskapi.

Tað heldur Henrik Old, formaður í vinnunevndini hjá Løgtinginum.

Hann sigur, at tað avgerðandi neyðugt at fara væl um Føroya Banka, tí tá ið hann er á væl fyri, er hann eitt rættiligt gullnám hjá samfelagsbúskapinum.

Men nú er hann illa fyri og tí eiga vit at friða hann, sigur Henrik Old.

Hann sigur, at verður Føroya Banki friðaður í ár, ber til at lata onkrar smáar snellubátar gera nakrar royndir á Bankanum fyri at vita, hvussu til stendur. Í so máta ber til at fylgja við gongdini. Eftir tað, kann so støða takast til framhaldandi friðingar.

- Afturmeldingar, vit fáa, eru tær, at tann fiskur, sum er, er í góðum standi og enntá í betri standi enn í fjør.

- Sostatt er tað ikki føði sum manglar. Tað er bara ov lítið til, sigur formaðurin í vinnunevndini.


Skerja 2%-5%

Annars sigur hann, at hann hevur altíð verið talsmaður fyri at gera leypandi, men smáar tillagingar í fiskidagaskipanini.

Og í ár heldur hann, at vit eiga at skerja fiskidagarnar eini 2%-3% og um skerjingin so verður 5% er tað eisini til at liva við.

Hinvegin er verður ikki mælt til at gera nakað við upsan og so er ongin orsøk at skerja tann fiskiskapin.

- At gera kollveltandi broytingar í einum, hevði verið ein vanlukka, tí tað fer at raka virki og arbeiðspláss hart 

Men hann staðfestir samstundis, at ein stórur trupulleiki er, at nøkur stór línuskip sluppu inn í flotan umvegis útróðrarflotan.

- Tað hevur verið ein stórur trupulleiki síðani.

Henrik Old heldur, at vit eiga at finna eina skipan fyri at minka um línuflotan aftur, so at hann kemur niður aftur á eitt passaligt støði. Tað eigur serliga at verða gjørt, verður skerjingin næsta ár 5%, ella okkurt sovorði.

- Vilja vit minka ávísar skipabólkar, eru ymsir mátar.

- Ein máti er at skerja fiskidagarnar, tí so tvingar tað bátar at keypa aðrar bátar og sostatt hvørja teir úr flotanum

Men tað er avgjørt ein loysn at keypa skip úr flotanum. Tað kann gerast við at allur flotin betalir eitt ávíst serligt gjald upp á 5-10 oyru fyri kilo, tey avreiða, í ein grunn, sum síðani kann brúkast at keypa bátar úr flotanum.

- Fáa vit minka flotan eitt ella tvey skip um árið, er tað eitt stórt framstig og tað er væl trúligt, at reiðarar høvdu sæð hetta sum ein máta at sleppa burturúr vinnuni upp á. Ein stórur trupulleiki er nevniliga at gera skipanir, so at reiðarar sleppa burturúr vinnuni á ein virðiligan hátt, sigur Henrik Old og soleiðis kundi tað borið til at minka flotan í góðum samstarvi.

- Skulu vit skerja fiskiskapin eftir toski og hýsu 5%, mugu vit eisini finna onkra skipan, sum hesa, fyri at minka um flotan, so at vit sleppa undan, at tað pínur ov illa.

Hinvegin útihýsir hann møguleikanum at skipa fyri einum almennum upphøggingarstuðuli einaferð afturat.



Høpisleyst tvætl

Men tilmælið um at nokta fólki at fara í fjørðin at fáa sær eitt kók, kallar hann skilaleyst og meiningsleyst.

- Tað er púra onki høpi í slíkum, so tað tilmæli frá sakkunnleikanum hevur ongan livandi møguleika at vinna frama, sigur hann.

-Tað sum, hesir bátarnir fiska, er ikki meir enn tað, eitt skip fiskar ein fyrrapart. Men vit mugu ikki gloyma, at rætturin at fara í fjørðin at fáa sær eitt kók, er ein av fyrimununum, vit hava við at búgva her, tí avmarkingarnar eru nógvar við at liggja mitt í Atlantshavi. Taka vit fyrimunirnar hjá vanligum fólki burtur, kunnu tey akkurát tað sama bara rýma og so er lítið vunnið.

Tí skulu vit heldur hugsa um at brúka kreftirnar upp á teir veruligu trupulleikarnar, heldur enn upp á slíkt tvætl, sigur Henrik Old.