Tað var ein øðiligur eldur og ikki minni roykur, tá verkstaðið, Bilhjálp, brann í grund, so at siga í gjárkvøldið.
- Nú er alt so nýtt, so vit mugu seta okkum niður og hugsa um støðuna. Vit hava trý onnur verkstøð, eitt í Vági, eitt á Skála og eitt á Toftum, og tey koyra tíbetur, sum tey skulu, sigur Høgni Mikkelsen, eigari av Bilhjálp.
Kortini má tað roknast sum eitt bakkast, at eldurin kom í.
- Ja, tað er altíð keðiligt, at tað, tú byrjar upp á, skal fara so upp í royk, men vit mugu bara bretta upp um armar, sigur Høgni Mikkelsen.
Tað er ikki bara sum at siga tað at fáa flutt arbeiðið, ið fór fram á verkstaðnum.
- Talan verður jú um at fáa nýggj hølir, og tað er ikki so lætt at finna. Hetta lá so ógvuliga væl fyri, og tað var tí, vit fóru út her, sigur Høgni Mikkelsen.
Hann fekk at vita um eldin stutt eftir, at fest var í.
- Tað var næstan beinanvegin, eg var staddur heima tá, sigur Høgni Mikkelsen.
Eldurin var rættiliga umfatandi, og meginparturin av tí, sum kundi brenna, brendi í grund, nærum.
- Nú havi eg ikki sæð so ógvuliga nógvar eldar, men hesin var í hvussu er ein av teimum heilt stóru, sigur Høgni Mikkelsen.
Teir hava leigað sær hølir í bygninginum, so tað er ikki upp til Høgna Mikkelsen at gera av, hvat hendir hereftir.
- Hetta má takast niður, eg kann ikki ímynda mær nakað annað. Her er einki gott eftir, sigur Høgni Mikkelsen.
Tað er altíð ein strika í rokningini, tá slíkt hendir.
- Tað vil tað altíð verða. Nú hava vit roynt at bygt hetta upp, og tað var byrjað at ganga, men so hendir hetta, og nú mugu vit so bara taka tað herfrá, sigur Høgni Mikkelsen.
Tað arbeiddu trý fólk á bilverkstaðnum, og enn er so ikki greitt, hvat fer at henda við teimum.