Mugu byggja ellis- og røktarheim til 1500 fólk

Skulu vit klára at røkja okkara skyldur á eldraøkinum, mugu vit heili byggja 30 stór ellis- og røktarheim afturat tey næstu árini, staðfestir Magni Laksáfoss. Tá fer tað at kosta næstan hálva aðru milliard um árið bara at reka eldraøkið

At útbyggja eldraøkið í Føroyum, verður ein av teimum heilt stóru avbjóðingunum tey næstu 30 árini.

Tað staðfesti Magni Laksáfoss, løgtingsmaður, tá ið fíggjarlógin var til viðgerar í Løgtinginum í gjár.

Hann staðfestir, at tey næstu árini fara tað at vera lutfalsliga nógv eldri fólk í landinum og lutfalsliga færri yngri fólk.

- Eg vil tí koma við tí spádóminum, at tey næstu árini fara vit at síggja veldugar útbyggingar á eldraøkið, fyri at nøkta tann tørv, sum verður á búplássum til eldri, segði hann.

- Tilsamans má roknast við at eldraøkið skal útbyggjast við einum ellis- og røktarheimi til 50 búfólk um árið tey 30 árini.

Tilsamans verður sostatt neyðugt at byggja ellis- og røktarheim til 1500 fólk frá nú og til 2040.

Hann sigur, at hann hevur roknað tørvin út upp á sama máta, sum tað verður roknað út í øðrum londum.

Tað merkir, at tað skal vera eitt pláss til taks á ellis- og røktarheimi til øll fólk yvir 80 ár.

- Tað merkir ikki, at øll yvir 80 ár enda á ellis- og røktarheimi, sum summi eru so væl fyri, at tey klára seg uttan. Hinvegin verða tað eisini nøkur yngri enn 80 ár, sum hava tørv á einum plássi, so tað gongur nøkunlunda upp.

Men hann skoytir samstundis upp í, at skulu vit fylgja tummilsregluni, sum verður brúkt í øðrum londum, út í æsir, er tað ikki nóg mikið við 1500 plássum tey næstu 30 árini, men heldur skuldu vit bygt heim til 2500 fólk.

Harafturat staðfestir Magni Laksáfoss, at vit kunnu ikki halda fram við at byggja ellis- og røktarheim á sama hátt sum í løtuni, tí heimini eru alt ov lítil og órationell til at vit kunnu hava ráð til at reka tær um nøkur ár og tí skal talan vera um stór heim við 50 plássum á hvørjum heimi.


Kostar yvir eina milliard um árið

Tordur Niclasen, sum er fyristøðumaður á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi, staðfesti, at tað fer at seta ótrúliga stór krøv til rakstrarútreiðslurnar á fíggjarlógini, tí tað fer at økja útreiðslurnar til at reka hesi heimini eina heila milliard, umframt tað, sum longu er.

- Tá fara rakstrarúreiðslurnar til ellis- og røktarheim at nærkast hálvari aður milliard tilsamans.

Men aðrir løgtingslimir stúrdu meiri fyri støðuni hjá kommununi, tí ætlanin er at leggja eldraøkið undir kommunurnar at umsita.

- Øll hendan hálvonnur milliardin verður ein útreiðsla, sum kommunurnar og ikki landið, koma at hanga upp á, varð ført fram í Løgtinginum.

Kári P. Højgaard dugdi illa at ímynda sær, hvussu hendan byggingin skuldu fíggjast og um sami leistur skuldi brúkast, sum er brúktur í Vági, har landið fíggjar alla byggingina í eitt ávíst áramál.

Hans Pauli Strøm staðfesti, hvussu stóran týdning tað hevur at vit tora at hyggja beint inn í eyguni á teimum stóru avbjóðingunum, sum standa fyri stavn, eisini á eldraøkinum.

- Men hann helt eisini, at tað hevur týdning, at vit duga at síggja teir stóru, ótroyttu møguleikarnir, sum liggja í einum eldri ættarliðið, har heilsustøðan er nógv betri, enn hon hevur verið hjá tí ættarliðnum.

- Kanningar hjá OECD vísa, at í einum landi sum Føroyum kostar vánalig fólkaheilsa einar 80-150 milliónir um árið, so tað liggja veldugir møguleikar í eini góðari fólkaheilsu.