Mugu byggja út fyri fleiri enn 60 milliónir

Betalir landið ikki sín part av útbyggingunum, fær tað álvarsligar avleiðingar fyri nýggju Norrønu og nýggja suðuroyarskipið, sigur Jákup Sun Joensen, formaður í Havnarnevndini hjá Tórshavnar Býráði

 

Samferðsla


Tórshavnar Býráð er komin í eina rættiliga álvarsliga støðu, nú nýggj Norrøna og nýggj suðuroyarferja eru á veg.

?Skulu hesi bæði skipini hava rímiligar umstøður at koma á Havnina, er tað neyðugt at byggja út fyri yvir 60 milliónir, sigur Jákup Suni Joensen, sum er formaður í havnarnevndini hjá Tórshavnar Býráð.

Sum tað sæst á talvuni niðanfyri, er talan um rættiliga umfatandi útbyggingar.

Í einum brævi til Vinnumálastýrið, hevur Býráðið sett útbyggingarnar upp í tveimum: Tað sum er neyðugt at gera til Norrønu og Smyril og tað, sum verður neyðugt at gera, um Norrøna, sum nú er, heldur fram og bara suðuroyarferjan verður skift út.

Dýrasti parturin av útbyggingini verður at gera eina nýggja ferjulegu til Smyril, uttaná ferjunleguni, sum nýggja Norrøna skal brúka, hon kostar heilar 19 milliónir.

? Men hetta er neyðugt, tí onkustaðni skal Smyril liggja, tá ið tað passar seg so, at bæði skipini koma á Havnina ísenn.

Jákup Suni Joensen sigur, at verður hetta ikki gjørt, verða umstøðurnar sera truplar hjá Smyrli, tí hann hevur ikki síðuportur og fær tí illa, ella slett ikki lagt at á Molanum. Harumframt kann ikki væntast, at hann sleppur í krókin at liggja, tí har er ikki pláss.

Hann sigur, at tilsamans kosta útbyggingarnar góðar 60 milliónir. men skal byggjast út bara fyri Smyrli, er tað at kosta góðar 34 milliónir.


Landið upp í

Formaðurin í Havnarnevndini vísur á, at á Trongisvágsfjørði er landið sinnað at betala alla samferðsluhavnina, nú nýggj suðuroyarferja skal byggjast

Tí heldur hann eisini, at landið eigur at betala tann partin av útbyggingini, sum krevst til at nýggja Suðuroyarferjan fær lagt at í Havn

?Skulu vit tryggja Smyrli fast pláss undir øllum umstøðum, verður neyðugt, at landið rindar sín part av útbyggingini.

Hann sigur, at yvirhøvur verður talan um útbyggingar, sum koma øllum landinum til góðar.

Tí heldur Býráðið heldur ikki, at útbyggingin eigur at verða roknað upp í útbyggingarkvotuna hjá Tórshavnar Kommunu.

?Tórshavnar Kommuna sleppur at byggja út fyri 70 milliónir um árið, ella har á leið. Innanhýsis hevur Býráðið gjørt av, at Tórshavnar Havn skal byggja út fyri 19 milliónir.

? Sostatt er tað greitt, at skulu hesar útbyggingar takast av kvotuni, verða tær als ikki lidnar til tíðina.

Hann sigur eisini, at nógvar aðrar útbyggingar liggja á láni, so tað er ógvuliga lítið hugsandi, at Tórshavnar Havn fær ein størri part av kvotuni enn tær 19 milliónirnar.

Tað er somuleiðis óhugsandi, at Býráðið fer at leggja aðrar íløgur til viks, fyri at leggja størri orku í at byggja havnarlagið út.

?Tað er tann púra greiða støðan hjá býráðslimum, at tað verður ikki talan um, at lata Tórshavnar ein størri part, ella at leggja annað til viks fyri at byggja havnina út.

Verður útbyggingarkvotan tí ikki hækkað, fer tað at fáa álvarsligar avleiðingar fyri bæði skipini, sigur Jákup Suni Joensen

Annars fýlist hann at, at Kommunan enn ikki hevur fingið at vita frá Landsstýrið, hvussu nógv, hon fær at byggja fyri tey komandu árini.