Suðuroyarsiglingin
? Tað er heilt burturvið at brúka dokkina á Skála sum mátistokk fyri, hvussu tað nýggja suðuroyarskipið skal síggja út.
Tað siga skipakønir í samrøðu við Sosialin.
Landsstýrið fer helst í dag at taka avgerð um, hvussu tað nýggja suðuroyarskipið skal síggja út.
Í løtuni stendur valið ímillum tvey skip. Annað er skipið, sum tann serkøna fyrireikingarnevndin hevur mælr til. Hetta er eitt skip, sum siglur 21 míl.
Hitt skipið er tað, sum Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, mælir til, Hetta er eitt skip, sum siglur 19 míl og sum er nakað minni enn hitt skipið.
Men tað eru ikki bara hasi bæði mílini á muni á skipunum.
Skipakøn, sum kenna málið, siga, at skipið, sum siglur 21 míl, er eitt havgangandi skip, sum er avbera sjógott.
Skipið, sum siglur 19 míl, er ein nógv kubbutari bilaferja við portrið framman. Hetta skipið er verri enn so so sjógott, sum tað fyrra. Tað skilst eisini, at fyrireikingarnevndin vildi sleppa undan portrið framman, tí enn spøkir Estonia-vanlukkan, og hetta skipið fer at hava fleiri avlýsingar enn tað fyrra skipið.
Enn er semja ikki í landsstýrinum um, hvat skip skal byggjast. Men eitt argument fyri at byggja tað minna skipið, er, at tað størra sleppur ikki í dokk á Skála.
Hetta halda skipakønir er heilt burturvið.
? Hetta er sum at skera hondina eftir handskanum. Sjálvandi skal skipið byggjast eftir tí endamáli, tað skal brúkast til og ikki eftir, hvar tað kann fara í dokk.
? Tað er heldur ongin sum sigur, at ikki dokkin á Skála verður útbygt tey næstu árini.
Byrja av nýggjum
Nevndin, sum hevur fyrireikað tað nýggja suðuroyarskipið, hevur arbeitt í hálvtannað ár, áðrenn hon mælti til at byggja skipið, sum siglur 21 míl.
Hetta skipið er longu projekterað.
Skipakønir siga, at endar tað nú við, at tað minna skipið skal byggjast, er tað ongin ivi um, at nevndin má byrja heilt av nýggjum aftur.
? Tað er so stórur munur á hesum báðum skipunum, at talan er í veruleikanum um heilt hvør sítt skip. Tí ber tað ikki til at taka tað størra skipið og so bara broyta tað eitt sindur. Talan er um grundleggjandi broytingar og tí má arbeiðið byrja heilt av nýggjum, siga skipakønir.
Politikarar og Strandferðslan vilja framvegis ikki siga nakað um skipið. Men Strandferðslan vónar, at avgerðin fellur skjótt, so at arbeiðið kann halda fram.