Ein av teimum, sum gjølla hevur gjøgnumgingið frágreiðingina hjá Oljuráðleggingarnevndini um framtíðar oljumenningina í Føroyum og harvið eisini kunnað seg við uppskotið til ta oljulóggávu, sum er til viðgerðar í tinginum í dag er føroyski advokaturin Jóhannus Egholm Hansen. Hann starvast í dag hjá danska sakføraravirkinum ?Andreassen & Partnere?, sum hann eisini er eigari av. Nú um dagarnar lat hann úr hondum eina frágreiðing við einum samandrátti av frágreiðingini hjá Oljuráðleggingarnevndini saman við viðmerkingum til uppskotið til kolvetnislóg. Hetta hevur hann gjørt í samstarvi við skotsku advokatfyritøkuna ?Cameron McKenna? ið hevur verið nógv uppi í oljumálum bæði vegna oljufeløg og stjórnir runt um í heiminum.
Sosialurin hevur tosað við Jóhannus Egholm Hansen og spurdu vit hann, hvat hann heldur um tað arbeiði, sum Oljuráðleggingarnevndin hevur latið úr hondum.
Lættur lesnaður
Hann heldur, at frágreiðingin er ikki bert ætlað professionellum at lesa og brúka. Hon er løtt at lesa, og tað ber prógv um, at hvør maður kann lesa hana.
-Hetta haldi eg er gott.
Oljufeløgini leggja allarstørst dent á, at treytir og reglur ikki verða broytt í heilum, tá tey eru farin í gongd. Fær oljuvinnan ikki eina breiða undirtøku bæði politiskt og manna millum, so fær tú ikki tann stabilitet, sum er neyðugur í hesi vinnu. Vit hava nóg ringar royndir frá fiskivinnuni, sum ikki eiga at endurtaka seg í eini komandi oljuvinnu. Heldur eiga vit at læra av hesum.
Tí heldur Jóhannus Egholm Hansen, at tað er sera gott, at ein og hvør er førur fyri at lesa frágreiðingina, harvið fáa øll tann neyðuga kunnleikan, og tú sleppur undan misskiljingum.
Men er henda frágreiðing eitt nóg gott grundarlag til at kunna ?leypa út? í hesa nýggju vinnu?
Útbjóðingin avgerandi
-Talan er um eina rammulóg. Størsti parturin ella tann týðandi parturin av arbeiðinum er eftir, nevniliga at gera sjálvt útbjóðingartilfarið og treytir og reglur í tí sambandi. Tær standardtreytir, sum ganga inn í loyvini, koma at vera við í útbjóðingartilfarinum og sum verður lagt fyri løgtingið til kunningar. Hetta heldur Jóhannus E. Hansen vera eitt rættiliga krevjandi arbeiði og kanska enn størri enn tað, sum longu er gjørt.
Tá so útbjóðingarumfarið hevur verið og umsóknirnar eru komnar inn, skulu myndugleikarnir til at tosa við oljufeløgini um tær treytir, sum ikki eru standardtreytir men individuellar.
Eisini har meti eg, at tað liggur ein ómetaliga stór arbeiðsuppgávu fyri framman. Uttan so at tú standardiserar hetta nógv rokni eg við, at arbeiðstrýstið á oljufyrisitingina verður sera stórt.
Mugu fáa sakkøna hjálp í útlandinum eisini
Hvussu heldur Jóhannus E. Hansen føroyingar eru fyri við sakkønum fólki á teimum ymsu økjunum, nú tá vit skulu til at samráðast um treytir ol. við oljufeløgini, sum hava nógv serkøn fólk og drúgvar royndir!
-Um ikki føroyingar velja at keypa sær sakkøna hjálp, her hugsi eg um landsstýrið og oljufyrisitingina, tvs. løgfrøðingar, jarðfrøðingar og búskaparfrøðingar innan oljuvinnu og gjalda tað hetta kostar, so kunnu vit lættliga verða latnir úr. Tað er eingin loyna, at oljufeløgini eru sera professionell og eru von at samráðast alla staðni kring heimin. Fyri tey er talan fyrst og fremst um eina kommerciella íløgu, og eru møguleikar fyri at fáa fyrimunir, so taka tey teir.
Jóhannus E. Hansen heldur tí, at vit føroyingar næstan ikki kunnu keypa ekspertisuna ov dýra í byrjanini av hesum útviklinginum - til ein so sjálvur hevur fingið eina nóg stóra vitan og royndir.
Longu eftir 1. útbjóðingarumfarið verða vit betri fyri. Men til 1. útbjóðingarumfarið eiga vit at fáa ta ekspertisu vit kunnu. Oljufyrisitingin hevur gjørt nógv burtur úr at útbúgva síni egnu fólk. M.a. hevur Herólvur Joensen, sum nú er leiðari, verið gjøgnum eina útbúgvingarprosess, men teir eru so fámentir í mun til tað oljufeløgini kunnu gera. Tí er tað óðamannaverk at fara undir eina fyrstu útbjóðing uttan eisini at brúka serfrøðingar uttanífrá.
Tíðarætlanin kann halda
Uppá fyrispurning um hann heldur vit klára at halda ætlaðu tíðarætlanina sigur Jóhannus Hansen, at ganga vit út frá, at uppskotið til oljulóg verður samtykt í nøkunlunda tí skapi tað er í í dag, so kunnu vit fáa eina útbjóðing á vári 98 ella kanska miðskeiðis í árinum. Men verður lógin ikki samtykt fyrr enn í februar ella seinni í 98, so er ivasamt, um vit megna at hava eina útbjóðingarrundu klára í 98.
Týdningarmikið við politiskari viðgerð
Hóast forarbeiðið undir lógaruppskotinum er bæði gott og nógv, so heldur Jóhannus Hansen, at politikararnir skulu gera sær sínar egnu tankar.
-Eg skal viðganga, at lógaruppskotið er væl gjøgnumarbeitt, men vit mugu ikki gloyma, at hetta er ikki eitt politiskt verk men nakað, sum embætismenn hava greitt úr hondum.
-Sum politikari eigur ein at hugsa seg væl um, áðrenn man sigur ja ella nei til tað, sum liggur á borðinum. Tað er einki í vegin fyri, at ein krevur broytingar ella partvísar broytingar í lógaruppskotinum.
Víttgangandi heimildir til landsstýrið
-Sær tú fyri tær viðurskifti í hesum uppskoti, sum kundu verið øðrvísi?
-Tað er ilt at siga, men ein eigur at leggja sær í geyma, at lógaruppskotið gevur rættiliga víttgangandi heimildir til landsstýrið. Spurningurin er, um løgtingið ynskir tað. Samanbera vit við Noreg, so eru tað har oljufyrisitingin og stjórnin, sum koyra hesi málini. Tað er ikki so, at hvørja ferð tú vil hava ein spurning upp at venda, at hann so skal leggjast fyri tingið. Tað vil eisini vera ov tungt at arbeiða, um allir spurningar skulu vendast í løgtinginum. Men harfrá og so til at geva so víttgangandi heimildir til landsstýrið, sum lógaruppskotið leggur upp til, er nakað, sum tingmenn mugu taka støðu til, og tað er ikki vist, at teir halda tað vera beint.
Jóhannus Hansen vísir eisini á, at tað er ein spurningur, um oljuráðleggingarnevndin hevur tikið hædd fyri øllum tí, sum politikararnir kanska vildu ynskt at fingið við.
Tað kunnu so eisini vera ivamál, sum ein má taka støðu til og greiða. Eitt nú eru í grein 41 í lógini ásettar upphæddir um , hvat ein eigari av einum offshoreútbúnaði kann koma at hefta fyri. Har broytir ein uppá tær upphæddir, sum annars eru ásettar í sjólógini. Spurningurin er, um ein kann gera hetta, tí sjólógin er ikki føroyskt sermál. Tí er tað spurningurin, um tingið hevur heimild til at broyta uppá innihaldið í sjólógini gjøgnum lóg um oljuvirksemi. Eg meini avgjørt, at løgtingið skal hugsa seg væl um og at vera krittiskt yvirfyri slíkum. Fær tú ikki breiða semju um hetta, so fær tú trupulleikar framyvir.
Vit spurdu Jóhannus Hansen, um hann hevði verið nøgdur við verandi lógaruppskot, um hann umboðaði eitt útlendskt oljufelag!
-Tað er eingin ivi um, at oljufeløgini føla at serliga ábyrgdin fyri einumhvørjum skaða, sum hendir, er rættiliga strong.
-Er tað skilagott av okkum at gera tað.
-Eg trúgvi ikki, at tað verður hetta, sum fer at halda oljufeløgunum aftur við at fara inn í føroyska økið. Oljufeløgini eru mest áhugað í, hvussu treytir og reglur verða í sambandi við eina útbjóðing og síðani, hvørji øki verða boðin út ella hvørji ikki verða við í eini útbjóðing.
Økini eru týdningarmikil
Oljufeløgini ynskja sjálvandi at taka útgangsstøði í tí øki, har tey vita, at olja er, meðan føroyingar kanska kunnu hava onnur áhugamál. Velja føroyingar - ella verða teir tvingaðir til tess orsakað av marknaósemjuni, at halda ein part av teimum mest áhugaverdu økjunum uttan fyri, kann tað koma aftur um brekku seinni.
Jóhannus Hansen heldur ikki, at føroyingar fáa nógvar tjansir, soleiðis at skilja, at fevnir fyrsta útbjóðing bara um nøkur lítið áhugaverd øki, og oljufeløgini einki finna har eftir nøkrum árum, so er vandi fyri, at áhugin fyri 2. útbjóðingarumfari verður nógv minni.
-Tað hevði sjálvandi verið best, um marknatrætan varð loyst, áðrenn 1. útbjóðing varð lýst, men lógaruppskotið og skipanin eru bygd upp soleiðis, at tú kanst byrja eina útbjóðing, sjálvt um marknatrætan ikki er loyst.
Hann ivast ikki í, at áhugin er tilsteðar hjá oljufeløgunum at vera við í eini 1. útbjóðingarrundu, men hon kann sum sagt lættliga kølna, um ein velur at halda tey mest áhugaverdu økini uttanfyri og ein so letur oljufeløgini leita í fleiri ár uttan at finna nakað.
Leiting við Føroyar setir stór krøv
Jóhannus E. Hansen grundgevur hetta við, at krøvini til at leita her um okkara leiðir eru rættiliga stór, og tað eru ikki nógv oljufeløg, sum hava orkuna, bæði fíggjarliga og tekniskt at leita á slíkum dýpum og umhvørvi.
Hvat viðvíkur ávirkanini, sum henda vinna fer at hava á føroyska samfelagið, so heldur Jóhannus Hansen, at føroyingar avgera í stóran mun sjálvir, hvussu stóra ávirkan henda vinna skal hava á samfelagið. Føroyingar hava í lógaruppskotinum lagt upp til, at høvuðsreglan skal vera, at oljan verður tikin upp í Føroyum, og deils at føroyska arbeiðsmegi og tænastuveitingar skulu brúkast. Í hvønn mun tað skal gerast er upp til føroyingar sjálvar. Ein kann sleppa undan øllum teimum vansunum, sum standast av at fáa oljuna til lands í Føroyum við at føra hana aðrastaðni. Men tað hevur so eisini aðrar fyrimunir at føra hana í land. At ein skal brúka føroyska arbeiðsmegi er í sær sjálvum skilagott, men ein skal ansa eftir, at ein ikki drenar aðrar vinnur fyri arbeiðsmegi, tí so fær tað beinleiðis ávirkan á samfelagið.
Verður ein rímulig javnvág í teimum krøvum, sum verða sett yvirfyri oljufeløgunum, hvussu føroysk arbeiðsmegi og tænastuveitingar skulu vera í Føroyum, verður árinið á føroyska vinnulívið annars ikki so stórt.
Mest umráðandi í øllum hesum heldur Jóhannus Egholm Hansen er at finna eina breiða politiska semju. Fær tú ikki hana, so fær tú heldur ikki tann neyðuga friðin um eina vinnu, sum er so stór.
Oljufeløgini mótpartur og samstarvspartnari
Vit spurdu Jóhannus Hansen um vit eiga at meta oljufeløgini sum ein mótpart ella samarbeiðspart?
-Tá tað kemur til tað kommerciella er eingin ivi um, at tey eru mótpartur. Men tey stóru oljufeløgini eru hóast alt so mikið professionell, at tey eru vælvitandi um, at bera tey seg illoyalt ella óhóskandi at, so hevur tað ikki bara skaðiliga ávirkan í teirra viðurskiftum mótvegis Føroyum. Tað hevur eisini ta ávirkan, at onnur lond vilja taka hetta til eftirtekar.
-Tað, sum ein skal vera varugur við, er, tá ein kemur longur fram í útviklinginum, har oljan verður tikin upp. Í Norðsjónum síggja vit, at tað eru fleiri smá oljufeløg, sum bjóða seg til at útvinna teir síðstu droparnar úr feltum, sum tey stóru feløgini hava slept. Har kann tað so vera góð grund til yvirfyri teimum smærri oljufeløgunum, sum ein ikki kennir so nógv til, at vera varugur við, hvat tú gevur teimum av sømdum, og at tú fyrst og fremst tryggjar teg sjálvan búskaparliga, áðrenn tú gevur teimum loyvi.
Helst stór og sterk oljufeløg
-Eiga vit at loyva nógvum oljufeløgum at leita ella satsa uppá nøkur?
-Eg haldi, at vit eiga at ansa væl eftir, at tey oljufeløgini, sum fáa loyvi, eru før fyri at lyfta uppgávuna. Tað eru nevniliga ikki nógv oljufeløg, sum hava royndir at leita eftir olju á stórum dýpum. Gevur tú loyvi til nøkur feløg, sum ikki eru før fyri at fullføra uppgávuna, og tey mugu sleppa endanum á hálvari leið, tá kann tað hava óhepnar fylgjur fyri alla leitigongdina sum heild.
Borið okkum rætt at
Tað undrar annars Jóhannus Hansen, at tað hevur eydnast føroyingum at skapa so stóran áhuga fyri føroyska økinum uttan at hava nakra serliga marknaðarføring av Føroyum sum oljuøki.
Hann heldur annars, at føroyingar sum heild hava borið seg rætt at við tí máta, sum ein hevur tacklað allan oljuproblematikkin uppá eitt nú við ikki at fara út í nakrar stórar íløgur, áðrenn ein veit nakað við vissu. Eisini heldur hann, at tann skrivingin og upplýsingin sum hevur verið um hesa vinnu við vansum og fyrimunum, hevur gagnað føroysku sakini: at vit eru blivnir varugir við vandarnar samtíðis sum vit hava fingið oljufeløgini at venda eyguni henda vegin.
Uttan fyri ES
Nú situr Jóhannus Hansen í Danmark og arbeiðir. Sær hann okkara støðu at vera uttan fyri ES sum ein fyrimun í framtíðini!
-Tað eru tvey øki, sum ES-rætturin hevur rættiliga stóra ávirkan á londini, sum eru limir í ES. Tað er kappingarlóggávan og harundir eisini spurningurin um at kunna áleggja oljuvinnuni at brúka føroyska arbeiðsmegi og tænastur. Tað hevði ein ikki kunnað, um vit vóru limir í ES.
Jóhannus Hansen heldur ikki, at føroyingar eiga at bera ótta fyri, at eitt nú AP Møller skal fáa sersømdir framum onnur oljufeløg í sambandi við ta avtalu, sum er gjørd við Danmark. Tí tað fara onnur oljufeløg í ES ikki at góðtaka. Har fevnir kappingarlóggávan jú um øll limalondini.
-Eg meini annars , at vit yvirtulka hesa avtaluna. Og sjálvt um nakað slíkt varð gjørt, so hevði hetta verið í stríð við ES-reglur.
Eg eri sannførdur um, at hvørki danska stjórnin ella danskar fyritøkur kunnu seta fram krav um sersømdir, tí tey sum sagt tá koma í stríð við ES-lóggávuna.
Jóhannus Hansen heldur eisini, at tað er rættiliga náttúrligt av føroyingum at hyggja eftir, hvussu danir og norðmenn arbeiða.
-Annars haldi eg vit hava lyndi til at síggja spøkilsi alla staðni, har danir eru uppi í leikinum. Eg haldi ikki, at alt sum danir gera, er so útspekulerað, sum tað ofta verður gjørt til.
Jóhannus Hansen heldur, at føroyingar kunnu hava fyrimunir av at bíða við at taka støðu til, um ein ynskir at vera við í nøkrum størri felagsskapi so sum ES, til ein veit, hvat ein leiting vísir.