Bæði Skála og HB máttu hósdagin taka til takkar við tapi í 1/4-finaluni í kappingini um Løgmanssteypið. Einki er at ivast í, at hetta hevur tikið fast í sjálvsálitið hjá báðum liðum, men tey sleppa ikki at vena seg leingi.
Dysturin sunnudagin er fyri báðar partar sera týðandi, og fyribils í øllum førum ger hann av, hvør av pørtunum framhaldandi kann rópa seg oddalið.
Hjá Skála er í løtuni ivamál um tveir leikarar. Jenel Gorgunaru og Bjarni Jørgensen hava báðir verið skaddir, men vónin er, at teir báðir eru tøkir sunnudagin.
Hjá HB tykjast allir spælarar vera tøkir. Heine Fernandez hevur skift seg sjálvan inn teir báðar seinastu dystirnar, og so er spurningurin, um hann hesaferð verður við frá fyrsta bríksli.