TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eitt upptaktsprát við Bjarta Johansen, liðskipara hjá føroyska kvinnulandsliðnum í hondbólti, sum klokkan 17 skal spæla EM-undankappingardyst ímóti Svøríki í høllini á Hálsi í Havn.
Bjarta Johansen staðfestir, at 20-36 tapið ímóti Serbia á útivølli var ein harður læripengi, og málið er at gera tað betur ímóti Svøríki, sum er eitt vet sterkari enn Serbia. Týdningarmikið er eisini ikki at fáa somu sjokkbyrjan, sum ímóti Serbia, tá føroysku kvinnurnar aftaná sjey minuttir vóru aftanfyri 7-0.
- Vit hava lært, at vit mugu geva alt vit eiga í okkum, slær Bjarta Johansen fast.
Fyri Bjartu og liðfelagarnar hevur tað stóran týdning, at tær verða væl stuðlaðar av heimaáskoðarunum, so tær hesaferð væl og virðiliga merkja, at tær eru á heimavølli.
Tróndur Arge sigur frá EM-undankappingardystinum millum Føroyar og Svøríki, sum byrjar klokkan 17.